Atlantic Partner

 

P/F Poul Michelsen er meðeigari av handilsfyritøkan Atlantic Partner A/S í Danmark. Atlantic Partner A/S er landsdekkandi og handlar við køksbúnyttur, el-lutir og aðrar “non-food”-vørur einamest til danska marknaðin. Umsetningurin hjá Atlantic Partner A/S er voksin sera nógv
seinastu árini.
Hetta er einamest av tí, at teir av vunnu sær pláss í fleiri at donsku matvøruhandlunum.

Framsýningarhøli

Atlantic Partner A/S umboðar fleiri kend vørumerkir umframt at felagið eigur vørumerkini:
Focus (køksbúnyttir) Triatlon(sykluútgerð) og Easy Meny (eingangsservisa).

Fyri gott 20 árum síðani setti Poul Michelsen, Kurt Jensen og Geert Jørgensen á stovn Atlantic Partner.

Kurt og Geert hava báðir verið sølustjórar hjá P/F Poul Michelsen í 80 og 90 -unum.

Í nevndini sita í dag Poul Michelsen, formaður, Kurt Jensen, og Gunnar Mohr. Kurt Jensen er stjóri hjá fyritøkuni.

Sí meira á heimasíðuni hjá Atlantic-Partner A/S: www.atlantic-partner.dk