Starvslýsing: Goymslufólk

P/f Poul Michelsen sóknast eftir einum røskum, jaligum, arbeiðssomum og sjálvsstøðugum goymslufólki til goymsluna hjá okkum á Hoyviksvegi 74 at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt  tímalønt starv ( í royndartíðini ) og fastlønt starv eftir royndartíð. Viðkomandi verður partur av einum toymi við skiftandi arbeiðstíðum, men í høvuðsheitum verður arbeitt í dagtímum. Ynskiligt er at viðkomandi kann arbeiða í minsta lagi til august 2023, men tó ikki eitt krav.

Løn sambart avtalu millum Havnar arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag í royndartíðini og sambart avtalu eftir royndartíð.

Áhugað kunnu senda umsókn skjótast gjørligt til starv@pm.fo. Um spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Carsten við Sandá, goymsluleiðara, tlf. 764669.

P/f Poul Michelsen

Skjót hjálp er dupult hjálp

VINNUFYRITØKUR OG REYÐI KROSSUR SENDA 2 MILLIÓNIR TIL HJÁLPARÁTØK Í UKRAINA

Tað hevur stóran týdning at hjálp teymum neyðstaddu skjóta hjálp – tí hava vit saman við nøkrum fyritøkum savna pening at læta Reyðakrossi.

 Vónandi eru tað onnur – einstaklingar og feløg – sum eisini vilja hjálpa.    

Støðan í Ukraina er ómetaliga syrgilig, og samanbrestirnir í farnu dagarnar hava longu elvt til ovurstórar humaniterar avleiðingar, eisini í grannalondunum.

Tørvurin á hjálp er sera stórur, og Reyði Krossur hevur tí skipað fyri hjálparátøkum bæði í Ukraina og í nærmastu grannalondunum.

Nýggjastu tølini vísa, at fleiri enn 500.000 fólk eru longu rýmd úr landinum, og ST væntar, at talið fer at koma upp um 4 mió. Sum vit tíverri ofta síggja í humaniterum kreppum, eru tað serliga kvinnur og børn, ið vera rakt av kreppuni, og sum eru flýggjað.

Hjálparátøkini hjá Reyða Krossi fevna um eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, eins og kropsligum og sálarligum stuðli. Í løtuni er hin mest átrokandi uppgávan at veita mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og fyrstuhjálp til tey særdu.

Fleiri føroyskar fyritøkur hava í dag latið tilsamans 1,5 milliónir krónur til hjálparátøk, sum verða skipað í Ukraina og í grannalondunum. Reyði Krossur Føroya ynskir hervið at takka hesum vinnufyritøkum:

P/F Poul Hansen , Á-handlanir / Samkeyp , Bank Nordik,  SMS ,Varðin,JFK , XL bygg , Bakkafrost, Betri Trygging ,Betri Banki, Hiddenfjord, Norrøna , Formula , Gundurs Bussar, Waag bilar , P/F Poul Michelsen.

Onkur fyritøka ynskir at vera ónevnd.

Reyði Krossur Føroya hevur harumframt latið eina hálva millión krónur afturat, sum eitt nú koma frá klædnaendurnýtslu, fyrstihjálparskeiðum og øðrum sjálvbodnum virksemi hjá Reyða Krossi Føroya. Sostatt verða tilsamans 2 milliónir krónur sendar til hjálparátøk í Ukraina og í grannalondunum.

Reyði krossur takkar øllum stuðlum, bæði nær og fjar.

Bæði fólk og fyritøkur eru framvegis hjartaliga vælkomin at stuðla nevndu hjálparátøkum hjá Reyða Krossi.

Fyritøkur eru vælkomnar at skriva til redcross@redcross.fo, og einstaklingar eru vælkomnir at lata eina peningaupphædd konto í peningastovni, og viðmerkja “Ukraina”.

Bank Nordik: 6460 4946954

Betri: 9181 4950013

Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776

Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Kr. 450 røkka eitt nú til at eitt barn fær lívbjargandi læknahjálp og at 9 børn fáa mat í ein mánað.

Saman røkka vit longri

Sáttmálin um Faxe Kondi kappingina longdur

Næstseinasta vikuskiftið var ársins stóra hondbóltsvikuskiftið, tá Faxe Kondi finalurnar vóru leiktar. Í hesum sambandi var samstarvið millum Hondbóltssambandið og P/F Poul Michelsen um steypakappingina eisini longt. Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum.

Til stuðlatiltakið undan mansfinaluni leygardagin, nýttu Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen, høvi, at skriva undir nýggja sáttmálan.

– Vit merkja væl millum hondbóltsleikarar, familjur, áskoðarar og hondbóltsglaðar føroyingar, at steypafinaluvikuskiftið er vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskapppingarárinum. Samstarvið um kappingina hevur verið framúr gott, og er tiltakið ment øll árini. Eitt er Faxe Kondi kappingin sjálv, eitt annað er landsliðini og føroyski hondbólturin sum heild, sum hevur tikið risafet seinastu árini. Hetta er nakað vit fegin vilja stuðla, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Micherlsen.

– Faxe Kondi finalurnar eru eitt hondbóltsvikuskiftið børn, ung og vaksin gleða seg til. Vit eru ógvuliga glað fyri góða samstarvið tið P/F Poul Michelsen og Faxe Kondi, sum hevur ment kappingina og tiltakið til tað, tað er í dag, – eitt tiltak leikarar, feløg, dómarar, áskoðarar, fjølmiðlar vilja standa saman um, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015 og er nýggi sáttmálin fyr Faxe Kondi kappingina galdandi til og við 2023/24.

Kelda: hsf.fo

Faxe Kondi kappingin 2022

Steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini vóru um vikuskiftið og 17 finalur vóru leiktar.
Finalutiltakið við Eydnudeildini eydnaðist sera væl, og var tað ein stuttlig og gevandi løta.

Eftir ætlan verður finalan hjá kvinnum leikt 19. Mars 2022, og verður finalan millum H71 og Kyndil.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitunum.

 

Steypavinnarar 2022:

Menn: Neistin – H71 12-28
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen hjá H71

G18: Neistin – H71 29-21
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy hjá Neistanum

D18: H71 – VÍF 35-31
Dagsins leikari: Rókur Ziskasen hjá H71

G16: Kyndil – H71 34-24
Dagsins leikari: Jóhanna Wang Jacobsen hjá Kyndil

D16: H71 – StÍF 32-21
Dagsins leikari: Haraldur Karlsson hjá H71

G14A: H71 – VÍF 17-16
Dagsins leikari: Rakul Joensen hjá VÍF

G14B: VÍF b – EB 21-18
Dagsins leikari: Kristina Kristleifsdóttir hjá EB

D14A: Neistin – H71 23-22
Dagsins leikari: Magnus Kragesteen hjá Neistanum

D14B: ÍA – EB 33-28
Dagsins leikari: Torkil S. Dahl hjá EB

G12A: StÍF – Neistin 17-16
Dagsins leikari: Miriam Danielsen hjá StÍF

G12B: H71 b – StÍF b 23-10
Dagsins leikari: Sofía Bárðadóttir hjá H71

D12A: H71 – Neistin 21-16
Dagsins leikari: Árni Lassen hjá Neistanum

D12B: Tjaldur b – Kyndil 13-12
Dagsins leikari: Rósing Toyt hjá Tjaldrinum

G10A: H71 – Neistin 11-10
Dagsins leikari: Birita Áradóttir á Borg hjá H71

G10B: H71 b – EB 13-8
Dagsins leikari: Jóna Joensen hjá H71

D10A: Neistin – StÍF 16-8
Dagsins leikari: Hákun Samuelsen hjá Neistanum

D10B: ÍA – H71 b 15-12
Dagsins leikari: Kristian Ólavur Pállsson hjá H71

 

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

Djóni útlærdur

Tann 30/12-2021 fekk Djóni Gaard Joensen handa prógv. Djóni er næmingur nummar 30, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Djóni hevur verði næmingur í sølu deildini, har hann hevur vitja og samskift við okkara kundar. Hann hevur í høvuðsheitum, havt ábyrgd, at fylla handlarnir við drykkivørum.

Á lítlari samkomu í dag handaði Gunnar, Djóna lærubrævi.

Gleðilig jól og gott nýggjar

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár

Mercedes-Benz filmur um PM og Føroyar

Í oktober var Mercedes-Benz í Føroyum, og vitjaði okkum á Hoyvíksvegi 74

Orsøkin til vitjanina er, at PM Heilsølan einans brúkar Mercedes-Benz lastbilar, at koyra okkara vørur út kring alt landi.

Í hesum sambandi hevur Mercedes-Benz framleitt eitt filmsbrot, sum lýsir heilsøluna, Mercedes-Benz og ikki minst Føroyar sera væl.

Greinin kann lesast her: https://www.mercedes-benz-trucks.com/en_GB/transport-magazine/michelsen-faeroer.html

Ulla Askildsen starvast 40 ár hjá P/F Poul Michelsen

Á eini samkomu fyri starvsfólk og familju, takkaði Poul Michelsen og Gunnar Mohr, Ullu fyri alla tað longu tíð, hon hevur arbeitt í PM.

Tá Ulla byrjaði í stavi hjá PM, var heilsølan ein fyritøka við einans sjey árum á baki. Hon hevur sostatt verði við í allari menningini av fyritøkuni, sum nú telur á leið 60 fólk og húsast við Hoyvíksvegin í einum bygningi uppá umleið 6000 m2.

Tað var í 1981, at Ulla byrjaði í starvið á ostapakkarínum. Í 1989 valdi hon, at byrja í læru á skrivstovuni, har hon so í 1991 var útlærd. Tað er frá skrivstovuni flest øll kenna Ullu, tá hon tekur telefonina við síni eyðkendur fittu og blíðu rødd. Ikki minst tá ið hon gjørdist kend um Føroya land, úr víðagitna ljóðbrotinum “Grillbúðin hjá Símun” frá 2011. https://www.youtube.com/watch?v=Mzb-Vxe2a3c

Baði vit hjá PM, og ikki minst viðskiftafólk, eru glað fyri, at Ulla enn arbeiðir hjá okkum.

Joan J. Simonsen útlærd

Tann 30/09-2021 bleiv Joan J. Simonsen útlærd. Joan er næmingur nummar 29, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Joan hevur verði næmingur í ordra deildini, har hon hevur samskift við okkara kundar, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur sum hon altíð, við einum smíli, hevur avgreitt.

Á lítlari samkomu í morgun handaði Gunnar, Joan lærubrævi.

×