PM fingið nýggjan lastbil í flotan

Nýggi lastbilurin er av merkinum Mercedes Arocs 3263

Motorurin hevur heilar 630 hestakreftur. Bilurin mátar 12 metur í long, er 4 metur høgur og 2,6 metur breiður.

Bilurin tekur í mesta lagi 44 plattar av vøru.

Tað ið er mest sermerkt við bilinum er, at hann eingi síðuspegl hevur. Ístaðin hevur hann myndatól á hvørjari síðu, og stórar skýggjar í húsinum.

Nýggi lastbilurin fer frameftir, at røkja Sundalagsrutuna. Bilførari er Finn Falkenberg

Poul Michelsen samtakið játtar 500.000 krónur til Granskingarráðið

Granskingarráðið hevur m.a. heitt á vinnufyritøkur um fíggjarligan stuðul til Korona-tengdar granskingarverkætlanir.

Granskingarráðið skrivar í síni áheitan: Korona farsóttin, sum herjar um allan heim, hevur við sær heilt óvanligar avbjóðingar bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið sum heild. Umframt heilsuligu avleiðingarnar hevur farsóttin eisini vinnulig, búskaparlig, sosial og skipanarlig ringárin, sum vit enn ikki kenna til fulnað. Stórur tørvur er á meira vitan, sum kann bøta um átrokandi avleiðingar av farsóttini nú, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini.

Vit meta at arbeiðið sum Granskingarráðið bjóðar sær til at stjórna, er eitt týdningarmikið átak bæði sum eitt skjótt verjuátak, men eisini sum eitt átak, sum kann finna eina meira varandi loysn í stríðnum móti Korona Covid -19.

Poul Michelsen samtakið umboðar fyritøkurnar P/F Poul Michelsen, PM-Pluss, veitsla.fo, (Atlas)PM-flutningur og Kjøtbúðin

Les meira um átakið her: https://www.gransking.fo/…/studul-til-atok-a-granskingarok…/

Vøruframsýning 2020 fyribils útsett

Orsakað av herdum átøkum og serligu støðuni við Covid-19 (Corona virus) hava vit avgjørt, at útseta okkara vøruframýning fyribils

Vit arbeiða við, at finna eitt nýtt dato seinni í ár

Kunning til okkara viðskiftafólk

Vísandi til tilmælið frá almennu mynduleikunum ynskja vit eisini at gera okkara  fyri at minka um smittuvandan fyri Corona.

Vit hava tí avgjørt, at seta nøkur átøk í verk – hesi verða í fyrst atløgu galdandi í 2 vikur, men støðan kann broytast.

Heilsølan er bert opin fyri starvsfólk hjá P/F Poul Michelsen. Kundar ið ynskja at heinta vøru, mugu ringja / maila ordran inn, og verður vøran sett uttanfyri undir hálvtaki við ”Vøruheintan”.

Somu átøk eru galdandi fyri goymsluna hjá MBM við Hoyvíksvegin.

Útkoyring verður sum vanligt, men hava okkara bilførarar fingið boð um, at hava so lítla kontakt við kundan sum til ber.

Telefon- og teldupostavgreiðslan er opin sum vanligt

Vinaliga

P/F Poul Michelsen & MBM

 

Ingi Rasmussen arbeitt í 25 ár hjá P/F Poul Michelsen

Ingi Rasmussen hevur – um dagarnar – samanlagt arbeitt hjá P/F Poul Michelsen í 25 ár og hevur sostatt verið í starvi hjá okkum stóran part av lívi sínum og av søgu felagsins.

Fyri tað mesta hevur Ingi koyrt vørur út og sostatt verið eitt týðandi bindilið millum okkum og kundar okkara. Hetta álit hevur Ingi – nærlagdur, røkin og ábyrgdarfullur sum hann er-, røkt til fullnar.

Vit takka Inga fyri eitt gott og ábyrgdarfult avrik tey farnu 25 árini, við vón um gott framhaldandi samstarv.

Sára Ripley útlærd

Tann 28/02-2020 bleiv Sára Ripley útlærd. Sára er næmingur nummar 28, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Sára hevur verði næmingur í ordra deildini, har hon hevur samskift við okkara kundar, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur sum hon altíð, við einum smíli, hevur avgreitt.

Á lítlari samkomu í morgun handaði Gunnar, Sáru lærubrævi.

   

Vøruframsýning 2020

Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM verður í ár hildin hósdagin 23. apríl og fríggjadagin 24. apríl, frá kl. 14.00 til 19.00 á Hoyvíksvegi 74.

Evni hesiferð er vistfrøði og burðardygd

Verið øll hjartaliga vælkomin til PM vøruframsýningina 2020

Væleydna Faxe Kondi Kapping

Meðan summi frøddust við steypinum hægst, trillaðu tárini av vónbroti hjá øðrum. Bara 12 lið kundu fáa gullheiðursmerki um hálsin, men eftir stóðu kortini spælarar og áskoðarar við eini uppliving, har karmar og stemningur vóru betur enn nakrantíð.

Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, umframt D10, D12, D14, D16 og G14. VÍF vann G10 og G12. Neistin vann D18 og G16 og Kyndil vann G18.

Steypavinnarar 2020:
Kvinnur: H71 – VÍF 24-23
Dagsins leikari: Marita Mortensen (H71)

Menn: H71 – Kyndil 23-19
Dagsins leikari: Elias Ellefsen á Skipagøtu (H71)

G18: Kyndil – H71 29-28
Dagsins leikari: Natasja Hammer (Kyndil)

D18: Neistin – H71 34-32
Dagsins leikari: Dánjal Ragnarsson (Neistin)

G10: VÍF – StÍF 9-7
Dagsins leikari: Súnfríða F. Zachariasen (VÍF)

D10: H71 a – H71 b 15-13
Dagsins leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (H71 a)

G12: VÍF – H71 9-8
Dagsins leikari: Natasja Patti Dahl (VÍF)

D12: H71 – Neistin 13-7
Dagsins leikari: Jákup Egholm (H71)

G14: H71 – StÍF 25-15
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)

D14: H71 – Neistin 19-9
Dagsins leikari: Rúni Garðshorn (H71)

G16: Neistin – Kyndil 28-17
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)

D16: H71 – VÍF 30-22
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)

Kelda: hsf.fo

Fyrsti ordrin var til Joensen & Olsen í Klaksvík

Ein vangamynd av P/F Poul Michelsen, sum varð kosið Ársins Virki á Vinnudegnum í ár. Vit tosa við Poul Michelsen og Gunnar Mohr
Í 1962 fer Poul Michelsen í læru hjá Balslev, og 12 ár seinri, í 1974, gerst hann sjálvstøðugur vinnurekandi, tá hann fer undir egna heilsølu heima í kjallarinum hjá sær sjálvum.Í hesari vangamyndini av P/F Poul Michelsen tosa vit við stovnaran og forstjóran, Poul Michelsen, og stjóran, Gunnar Mohr.Tosað verður um eitt nú byrjanina, í hvønn mun keypsvanarnir eru broyttar, gulu Mercedes heilsølubilarnar, og týdningin av at ein privat fyritøka hevur ein sosialan profil.Tú kanst hoyra vangamyndina her: https://kvf.fo/non?sid=100776

×