Fólk til osta pakkideildina

Fólk til osta pakkideildina hjá P/f Poul Michelsen

Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hug at royna okkurt nýtt? So ert tú kanska heilt tann rætta/rætti at byrja í osta pakkideildini hjá okkum.

Vit søknast eftir einum fólki at arbeiða uml. 30-40 tímar um vikuna. Starvsøkið er í høvuðsheitum at skera og pakka ost og annað, til okkara kundar, um alt landið. Lønin er sambært sáttmála við Havnar arbeiðskvinnufelag / Havnar arbeiðarafelag

Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadr. Starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er 20. september 2020. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Vinarliga vend tær til Súsannu Simonsen, leiðsluskrivara á tlf. 764623, ella teldupostadr. susanna@pm.fo um tú hevur spurningar um starvið.

P/f Poul Michelsen

Onnur tíðindi