Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur gymnasialt miðnámsprógv? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum skrivstovunæmingur í innkeypsdeild okkara.
Starvsøkið er í høvuðsheitum innan innkeyp har næmingurin fær gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan handilsliga arbeiðsøkið, tað verður seg í samskifti, innkeyp og tænastu, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtølum, búskapi, ráðlegging og nýtslu av teldutólum o.a.
Lærutíðin er millum 2 og 3 ár. Løn samb. Sáttmála við S & K
Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn við váttanum/prógvum til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadr. starv@pm.fo
Umsóknarfreistin er 6.September 2020. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.
Vinarliga vend tær til Súsannu Simonsen, leiðsluskrivara á tlf. 764623, ella teldupostadr. susanna@pm.fo um tú hevur spurningar.
P/f Poul Michelsen