Starvslýsing: Starvsfólk til osta pakkideildina

Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hug at royna okkurt nýtt? So ert tú kanska tann rætta/rætti at byrja í osta pakkideildini hjá okkum.

Vit søknast eftir einum fólki, at arbeiða uml. 35-40 tímar um vikuna. Starvsøkið er í høvuðsheitum at skera og pakka ost og annað, til kundar okkara, um alt landið. Starvið krevur, at ein er væl fyri kropsliga.

Starvið er tímalønt og lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag / Havnar Arbeiðarafelag.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn til P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadr. starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er 18. juli 2024. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Vinarliga vend tær til Súsannu Simonsen, leiðsluskrivara á tlf. 764623, ella teldupostadr. susanna@pm.fo  um tú hevur spurningar um starvið.

Onnur tíðindi