Starvslýsing: HR-leiðari til P/F Poul Michelsen

P/F Poul Michelsen leitar eftir HR-leiðara at byrja skjótast til ber.

Starvið
Vit leita eftir einum HR-leiðara til at uppbyggja og uppraðfesta HR-økið hjá P/F Poul Michelsen.

Ein av umráðandi uppgávunum, í samráð við leiðsluna, verður at skipa fyri áhaldandi førleikamenning á øllum økjum.

Tú fert at hava ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum, herundir starvssetanum, starvsfólkamenning, trivnaðarátøkum og av GDPR. Harumframt kemur tú eisini, saman við øðrum, at arbeiða við ESG.
Tú verður sparringspartnari hjá leiðslunum í samtakinum og vísir til stjóran í P/F Poul Michelsen.

Førleikar
Vit vænta at tú:
• ert álitisvekjandi
• hevur góða fatan av ymiskleikunum í eini fyritøku
• hevur eina strategiska og fíggjarliga virkisfatan
• ert málrættað/ur, dugir at raðfesta og seta týðilig mál
• hevur royndir at sparra við leiðslu
• hevur royndir at arbeiða við virkismentan
• hevur viðkomandi royndir

Við tínum góðu evnum at samskifta og góðu sosialu førleikum, verður lætt hjá tær at koma runt í fyritøkuni og tryggja, at ásett mál verða rokkin og verksett í arbeiðsgongdum og virkismentan.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum stórum samtaki við fjølbroyttum virkisøkjum. Starvsfólkahópurin í
samtakinum telur áleið 200 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í
nógv ár.

Setanarviðurskifti og lønartreytir
Starvið verður sett 1. august 2024 og verður lønt sambært avvarðandi yrkisfelag.

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Súsonnu Simonsen,
leiðsluskriva, á susanna@pm.fo ella á tlf. 764623.

Umsókn, saman við lívsrensli og prógvum, skulu sendast til input@input.fo í seinasta lagi 12. juni 2024.

Um PM
Heilsølan byrjaði í 1974 og húsast í dag á Hoyvíksvegnum.
PM heilsøla er í dag fremst innan køli- og frystivørur. Vit selja til detail, catering og proviantar, og okkara veitarar eru í høvuðsheitum úr Føroyum, Danmark, Bretlandi, Íslandi og Hollandi.
Í samtakinum er P/F Poul Michelsen, Sp/f Atlas Flutningur, P/F PM Pluss og P/F Kjøtbúðin.

Onnur tíðindi