Um okkum
Hendan dátuverndarkunning gevur innlit í, hvussu Poul Michelsen samtakið (“vit”, “okkum”, “okkara”), viðger persónupplýsingar. Kunningin er málrættað øllum pørtum, ið vit savna inn ella móttaka persónupplýsingar frá so sum gestir, kundar, starvsfólk hjá okkum ella okkara veitarum og samstarvspørtum ella frá øðrum triðapartum.
Poul Michelsen samtakið umfatar heilsøluna P/F Poul Michelsen, reingerðarfyritøkuna P/F PM-Pluss herundir veitsla.fo, matvøruframleiðsluna P/F Kjøtbúðin og flutningsfyritøkuna Sp/f Atlas Flutningur. Okkara virksemi er bæði rikið við fysiskum veitingum og nethandlum.
Okkara viðgerð av persónupplýsingum
Poul Michelsen samtakið er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teimum persónupplýsingum, ið verða skrásettir um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin lúkar tey krøv, ið til eina og hvørja tíð eru galdandi sambært reglunum í dátuverndarlógini.
Poul Michelsen samtakið kunnar teg við hesum um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini. Í kunningini er nærri lýst hvussu Poul Michelsen samtakið viðger og verjir persónupplýsingar, sum vit hava ábyrgd av.
Poul Michelsen samtakið hevur í høvuðsheitum skyldu at fráboða:
– Endamálið við okkara viðgerð av persónupplýsingum,
– Hvat okkara heimild fyri viðgerðini er,
– hvat fyri sløg av persónupplýsingum vera viðgjørd, og
– møguligir móttakarar av upplýsingunum.
Poul Michelsen samtakið hevur ábyrgd av persónupplýsingum hjá starvsfólkum, viðskiftafólki, samstarvspørtum og veitarum í sambandi við virksemi og tænastur okkara.
Viðgerð av persónupplýsingum verður altíð framd við grundarlag í hesi kunning. Poul Michelsen samtakið kann í ávísum førum senda ella útflýggja serliga kunning um viðgerð av persónupplýsingum, um viðgerðin ikki er nøktandi lýst í hesum skrivi.
Poul Michelsen samtakið flytur sum meginregla ikki persónupplýsingar til annað triðaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, ið hava høvuðsskrivstovu ella viðgerða upplýsingar í triðalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran.
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Hvørjar persónupplýsingarnar, vit savna og viðgera, er tengt at tænastunum, vit veita, og hvussu samstarvið er millum okkum. Niðanfyri kanst tú lesa um, hvussu vit savna og viðgera persónsupplýsingar í sambandi við okkara tænastur.
Vitjandi á okkara heimasíðum |
Endamál: Vit viðgera persónupplýsingar fyri at kunna veita ávísa tænastu, m.a. keyp á netinum, bíleggja vøru við meira. Harumframt nýtir síðan ávís farspor, ið skráseta upplýsingar um tóleindina (teldu/teldil/snildfon) hjá tí vitjandi fyri at kunna betra um okkara síðu og veita tí vitjandi eina betri uppliving.
Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar á okkara kunning um farspor. |
Heimild fyri viðgerðini: Vit viðgera upplýsingarnar grundað á samtykki frá tí skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini, ið verður umbiði á støkkvindeyga við fyrstu vitjan. Grundað á samtykki, kunnu vit eisini savnað upplýsingar til annan triðjapart (m.a. Facebook og Google), sum verða nýtt til okkara marknaðarføringstiltøk.
Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, tá vit útinna innanhýsis greiningar av ferðsluni á netinum fyri at kunna betra um virknaðin av síðuni og upplivingina, hjá tí vitjandi sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. |
Sløg av persónupplýsingum: Okkara heimasíður skráseta persónupplýsingar um tóleindina, IP-adressu, og farsporstillingar hjá tí vitjandi. Nærri kunning, um hvørjar upplýsingar vit savna okkara heimasíðum, kann lesast á viðkomandi síðu. Hendan kunning er tøk á støkkvindeyganum, sum kemur fram við fyrstu vitjan á síðuni. |
Kelda: Upplýsingar koma frá tí vitjandi. |
Varðveitslutíðarskeið: Lesa meira um hetta á okkara kunning um farspor. |
Talgilt samskiftið |
Endamál: Endamálið við okkara viðgerð er at kunna samskifta við okkara kundar, starvsfólk, samstarvspartar og veitarar. Umframt at vera sjónlig á sosialum pallum. |
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara tørv á at kunna samskifta í samband við dagliga raksturin av samtakinum og at kunna hava lýsingar á sosialum miðlum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. |
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgerða vanligar persónupplýsingar sum navn, starvsheitið umframt annað ið kann innganga í samskiftinum. Talgilt samskiftið kann harumframt umfata upplýsingar um annan triðjapersón, sum avsendarin sendir okkum. |
Kelda: Upplýsingarnar koma frá tí sum sendir okkum boð umvegis talgildar samskiftispallar. |
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar, sum tú letur okkum á sosialu miðlunum, kunnu verða varðveittar á miðlunum inntil tú velur at strika hesar umvegis egnan brúkara. |
Søla | Keyp á nethandlum |
Endamál: Endamálið við okkara viðgerð er at kunna avgreiða sølu á okkara heimasíðu og fyri at kunna veita tær bíløgdu vøruna. |
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er neyðug fyri at kunna halda ella innganga eina avtalu við kundan (keypsavtala) |
Sløg av persónupplýsingum: Vit skráseta vanliga persónupplýsingar um sum navn, teldupost, telefon og bústað. Eisini skráseta vit neyðugar gjaldsupplýsingar fyri at kunna avgreiða gjaldingina. |
Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum tá viðkomandi bíleggur sær eina vøru. |
Starvsumsóknir |
Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt opið ella framtíðarstarv hjá okkum. |
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Í ávísum førum kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv í staðin skuldi verið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. |
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar. |
Kelda: Upplýsingarnar koma frá umsøkjaranum. Vit kunnu í einari setanartilgongd eisini leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum. |
Varðveitslutíðarskeið: Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 24 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar. |
Fyrisiting av veitarasamstørvum |
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur- og tænastur frá okkara veitarum. |
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunna røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6. |
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran, umframt samskiftisupplýsingar hjá ávísum starvsfólki hjá veitaranum. |
Kelda: Upplýsingar koma frá veitaranum ella starvsfólki veitarans. |
Eftirlitskrøv |
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu yvirhalda lóggávu- & myndugleikakrøv. |
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunna halda okkara rættarligu skyldur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 3. |
Sløg av persónupplýsingum: Teir upplýsingar vit viðgera velst um hvat fyri lóggávu- & myndugleikakrøv vit eru undirløgd. Tað kann vera upplýsingar til roknskapin, matvørukrøv og líknandi. Viðgjørdar persónupplýsingar kunnu m.a. umfata navn og samskiftisupplýsingar, upplýsingar um keyp og bíleggingar. |
Kelda: Upplýsingar vera vanliga framleiddar innanhýsis, tá tað er savna í sambandi við aðra viðgerð. |
Móttakarar av dátum?
Tænastuveitarar: Vit brúka ymiskar tænastur og KT-veitarar í okkara dagliga virksemi. Hetta fevnir um veitarar av bíleggingarskipanum, nethandlum, umsiting og hýsing av heimasíðuloysnunum, umframt veitarar av innanhýsis KT-skipanum til egna fyrisiting og rakstur. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónupplýsingar vegna okkum, har vit hava ábyrgdina, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við viðkomandi veitarar fyri at tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Bankar og gjaldsveitarar: Í sambandi við gjalding fyri keyptar vørur og tænastur samstarva vit við bankar og gjaldsveitarar. Persónupplýsingar, so sum navn, gjaldsupplýsingar og bíleggingarupplýsingar, kunnu verða latnar hesum veitarum fyri at avgreiða gjaldingar á ein tryggan hátt.
Flutningsveitarar: Í sambandi við flutning av bíløgdum vørum samstarva vit við flutningsveitarar. Í hesum føri kunnu navn, samskiftisupplýsingar og upplýsingar um bíleggingina latast flutningsveitaranum fyri at tryggja eina smidliga avgreiðslu.
Løgreglan og almennir myndugleikar: Um tað verður neyðugt, kunnu viðkomandi upplýsingar verða latnar løgregluni í sambandi við at staðfesta stuldur ella annað ólógligt virksemi. Eisini kunnu vit verða áløgd at lata persónupplýsingar til almennar myndugleikar. Hetta kann umfata TAKS, Almannaverkið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Heilsufrøðiligu starvsstovuna ella aðrar viðkomandi myndugleikar, sambært galdandi ásetingum.
KT-trygd og dátuvernd
Vit raðfesta tín privatlívsrætt og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á tínum persónupplýsingum.
Tíni rættindi og ynskir tú at gera brúk av hesum rættindum?
Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini eru hesi:
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
- Rætturin til innlit í § 26
- Rætturin til rætting í § 27
- Rætturin til strikan í § 28
- Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
- Rætturin til dátuflutning í § 31
- Rætturin til mótmæli í § 32-34
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
Tú hevur td. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Poul Michelsen samtakið ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.
Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit vm., so hevur tú møguleika seta teg í samband við okkum. Vit mæla til, at tú ikki sendir okkum viðkvæmar ella trúnaðar upplýsingar í hesum sambandi.
Samband
Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Hoyvíksvegur 74
FO-110 Tórshavn
+298 35 46 50
pm@pm.fo
www.pm.fo
Kæra
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til pm@pm.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Um mett verður at vit ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini, er møguligt at klaga til Dátueftirlitið. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 21.11.2024.