PM hevur hesi seinastu árini ment seg á cateringmarknaðinum, og hevur í dag ein stóran part av marknaðinum.
Seljarar okkara eru dagliga í tøttum samskifti bæði við veitarar og kundar, fyri soleiðis at tryggja at tann vørumenning, ið er í hesi vinnuni, kemur okkara kundum – og soleiðis føroyska brúkaranum tilgóðar.
Stórkøkar, kantinur, matstovur, almennir stovnar, farma- og fiskiskip, supplyskip og nú eisini oljuboripallar eru kundar okkara, og felags fyri hesa vinnuna er álit og aftur álit. At tænastan er á høgum støði, er álítandi, at prísirnir eru kappingarførir og at vit : eru á røttum stað – til tíðina.