Dagliga virkið

P/F Poul Michelsen heldur til við Hoyvíksveg 74 í Havn. Umleið 60 fólk starvast her við tí endamáli at vera virkin á føroyska matvørumarknaðinum, og soleiðis tryggja kapping, góðsku og fjølbroytni.

P/F Poul Michelsen virkar í trimum eindum :

• Sølueind
– Detail
– Catering

• Innkeypseind
– Innkeyp og tollavgreiðsla
– Goymslan
– Logistik innan- og uttanlands

• Fíggjareind

 

Høvuðssæti við Hoyvíksvegin

Gjørdar eru seinastu árini stórar íløgur í at økja og nýmótansgera goymsluumstøðurnar og flutningstól. Hetta fyrst og fremst fyri at liva upp til tey lógarkrøv sum eru sett til slíkt virksemi, men eisini fyri at tryggja kappingarføri við betri og bíligari rakstri.

Høvussætið umfatar køli -, frysti og turrgoymslu, bilkjallara, vaskipláss, tænastu-verkstað, skrivstovur, matstova til 60 fólk og parkeringspláss til 14 lastbilar og 44 p-pláss til kundar og starvsfólk.

Fyritøkan byrjaði sítt virksemi 1974 í kjallaranum hjá Sólrún og Poul í Gundadali 19.

Tá flutt var niðan á Hoyvíksvegin í 1979 var talan um ein bygning uppá 720 m2.
Goymslan hjá PM er í dag umleið 6.000m2 til støddar. Goymslan var seinast tilbygd í 2016.
Grundøkið er 12.700 m2 til støddar.

Í tráð við okkara vøkstur á marknaðinum og tey krøv, sum í dag verða sett til at hesar serligu vørubólkar eru stórar útbyggingar gjørdar.

 

Gundadalur 19
PM Vøruframsýning í 2000