Stuðul

P/F Poul Michelsen hevur avsett eina ávísa upphædd til stuðul og lýsingar.

Øll er vælkomin at søkja um stuðul frá okkum. Í umsóknini skal greitt koma fram hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til, nær hann skal brúkast og hvørjar ágóðar P/F Poul Michelsen fær av tiltakinum.

Umsóknir verða viðgjørdar umleið 14. hvønn dag. Allar umsóknir um stuðul, skulu vera okkum í hendi minst ein mánaða áðrenn stuðulin skal brúkast. Umsóknirnar skulu vera skrivligar og sendar okkum – antin við brævi ella umvegis teldupost.

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn ein mánað frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar. Umsóknir, ið vera sendar til aðrar teldupost bústaðir, enn nevnda niðanfyri, verða ikki svaraðar.
P/F Poul Michelsen hevur sum meginreglu at stuðlað verður ikki námsferðum.

Umsóknir um stuðul skulu sendast til P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postmoga 200, 110-Tórshavn ella sum teldupost til studul@pm.fo