Gleðilig Jól

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár.

Filmsbrot um norðurlendska køkin

Tordis Poulsen vitjar Leif Sørensen, ið er ein av stigtakarunum til tann nýggja
norðurlendska køkin.

Unilever Food Solutions hevur fyri tíðina norðurlendska køkin í fokus. Sjálvsagt er føroysk matmentan ein týðandi partur av hesum.

Seinastu árini eru Føroyar nógv marknaðarførdar sum ferðamál. Líkt er til, at hetta riggar, og at fleiri ferðafólk leita higar. Samstundis eru bólkurin av ferða fólki, sum leita sær hendan vegin, vegna okkara einastandandi matstovum, alsamt vaksandi

Alsamt fleiri arbeiða í tænastuvinnuni. Bara síðani 2010 hava gistingarhús og matstovur skapt meir enn 200 nýggj arbeiðspláss. Líkt er til, at tænastuvinnan bara veksur í framtíðini, og gerst ein alsamt størri partur av búskapinum

Nikolaj nýggjur frukt og grønt maður

4. september byrjaði Nikolaj Eriksen hjá P/F Poul Michelsen sum innkeypari innan frukt og grønmeti
Nikolaj hevur lært og arbeitt í størri matvøruhandli í Havn, og somuleiðis hevur Nikolaj eisini royndir sum sølufólk innan heilsølu yrki.

Unilever bjóðaði til vørusýning

Hósdagin seinnapart bjóðaði Unilever Food Solutions til vørusýning á Hoyvíksvegnum 74.

Víst fram vóru fleiri nýggjar vørur, og ikki minst var borðreitt við nógvum íblástri. Sjálvandi fingu tey vitjandi høvi at smakka, tá bjóða varð til ein góðan døgurða.

TILLUKKU HB U16

TILLUKKU !

U16 hjá HB gjørdist steypavinnarar 2017 við at vinna 4-2 á KÍ

HB dreingir og PM hava samstarvað í 42 ár

Thomas fekk rullupylsu heim við

Tað er so heilt víst vit eiga nakrar forkunnugar, føroyskt framleiddar, vørur. Tá Thomas Helmig spældi á Voxbotn síðsta vikuskifti, nýtti hann høvi at royna góðu rullupylsuna frá Kjøtbúðini. Thomas var so ovfarin, at hann legði fyriskipanirnar fyri, at fáa honum tilvildar nakrar pylsur heim við.

Vit siga bara væl gagnist Thomas.

Gongutúrur Kristi Himmalsferðardag

Aftur í ár var fari ein gongutúr Kristi Himmalsferðardag. Hesaferð gekk leiðin til Saksunar við bussi, og síðani til Syðradals, har Anni og Torvald borðreiddi við einum góðum bita.

Í ár høvdu vit starvsfólk v/maka frá, donsku fyritøkuni, Atlantic Partner til gongu saman við okkum.

Anita Z. Álaberg útlærd

Tann 30/04-2017 bleiv Anita Z. Álaberg útlærd. 26 næmingar hava nú nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Anita hevur verði í læru á skrivistovuni hjá P/F Poul Michelsen, við sergrein innan skrivistovu fyrisiting.

Hjartaliga tillukku við útbúgvingini.

Veitarar vístu vørur fram

Mikudagin 26 apríl og Hósdagin 27 apríl høvdu vit vitjan av 4 donskum veitarum. Her var talan um Danish Crown við svínakjøti, Ardo við frystari frukt & grønmeti, Rose (HKScan) við høsna vørum og Dina Food við køkum.

Fyrst var greitt eitt sindur frá um vørurnar, og síðani var fari runt til ymsu básarnar, har gjøllari varð hugt eftir ymsu vøru bólkunum. Til at enda við, vóru tey vitjandi bjóða til ein betri bita.

Vit takka okkara veitarum fyri íblástur, og ikki minst eina stóra tøkk til okkara kundar fyri sera góða undirtøku.

×