Vit hjá PM Heilsølu vilja við hesum ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Unilever bjóðaði til íblástur
Týsdagin tann 7 mars kl 14.00 bjóðaði P/F Poul Michelsen, saman við Unilever Food Solutions inn til eina hugnaliga løtu í PM Kaféini. Innbjóðingin var send til allar okkara catering kundar, tvs kantinur, matstovur osv.
Tiltaki hevði til endamáls, at geva okkara kundum íblástur til hvussu tey kunnu nýta vørur frá Unilever á nýggjar hættir. Høvi var eisini at royna brell bitar av nýggjum vørum.
Tiltaki var sera væl eydna, og áleið 60 fólk luttóku.
Væleydnað Faxe Kondi Kapping
Vikuskifti 18. og 19. februar vóru finalurnar í hondbólts steypakappingin á skránni, fyrstu ferð við Faxe Kondi sum høvuðsstuðli.
H71 var aftur í ár stóri vinnarin í Faxe Kondi kappingini. H71 vann seks finalur, Neistin tvær, VÍF eina, Tjaldur eina og Kyndil eina.
H71 vann mansdystin 28-25 móti StÍF eftir 14-14 í hálvleikinum. Fleiri høvdu á orðið, at talan var um best leiktu finalu í fleiri ár. Leikferðin var høg og fleiri flottar detaljur og mál vóru at síggja. Dysturin var tættur og spennandi líka til 10 minuttir vóru eftir, tá H71 dróg frá StÍF.
Kyndilskvinnur vunnu kvinnukappingina. Tær vunnu finaluna móti Neistanum 26-21, eftir at Kyndil var á odda 14-12 í hálvleikinum. Talan var um ein góða og vælleikta finalu, sum ikki var avgjørd fyrr enn í seinastu minuttunum.
Her eru úrslitini frá barnafinalunum:
Gentur 10: VÍF – Kyndil 6-5, dagsins leikari var Rakul Borgarlíð Joensen (VÍF)
Dreingir 10: Tjaldur – VÍF 8-6, dagsins leikari var Alex Petrea (Tjaldur)
Gentur 12: Neistin a – Neistin b 23-8, dagsins leikari var Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)
Dreingir 12: H71 – StÍF 25-12, dagsins leikari var Óli Mittún (H71)
Gentur 14: H71 – Stjørnan 18-10, dagsins leikari var Jana Mittún (H71)
Dreingir 14: H71 – Team Klaksvík 28-14, dagsins leikari var Pauli Mittún (H71)
Gentur 17: H71 – Stjørnan 26-23, eftir longda leiktíð – dagsins leikari var Tóra Eliasen (Stjørnan)
Dreingir 16: Neistin – VÍF 25-19, dagsins leikari var Tróndur Mikkelsen (Neistin)
Dreingir 18: H71 – VÍF 31-36, dagsins leikari var Kaj Johannesen (VÍF)
P/F Poul Michelsen ynskir øllum liðum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum. Vit gleða okkum longu til í næsta ár.
Gleðilig jól og gott nýggjar
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár
Faxe Kondi kapping
PM Heilsøla og Hondbóltssamband Føroya gjørdu hósdagin stuðulsavtalu um steypakappingina fyri 2017 og 2018
Stuðulsavtalan hevur við sær, at steypakappingin, í 2017 og 2018, fær heiti FaxeKondi Kappingin.
Á myndini síggja vit Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandinum og Gunnar Mohr stjóra hjá P/F Poul Michelsen, tá avtalan varð undirskrivað