Frukt og Grønmeti

Eitt rák í tíðini er heilsa og vælvera. Í hesum høpi kemur “Frukt & grønmeti” inn sum ein sera týðandi partur. Hetta sæst aftur í at frukt og grønmeti er tann vørubólkur, sum seinastu árini hevur ment seg einamest.

Eftirspurningurin eftir betri góðsku, størri úrval og nýggjum eksotiskum avbjóðingum sermerkir henda marknaðin. Brúkarin hugsar meira og meira um at framleiðslan skal verða burðardygg.Menningin er at finna bæði í tí heimliga umhvørvinum og í vinnuligari matgerð.

PM hevur lagt seg eftir at vera í fremstu røð, tá talan er um at nøkta henda spennandi marknað

Frísk frukt til stavsfólki

Vit hava seinastu tíðina gjørt avtalur við bæði almenn og privat arbeiðspláss kring landið um at veita fríska frukt. Fruktin verður latin starvsfólkunum sum eitt ískoyti í starvsfólkarøkt og ein sjónligur boðskapur um betri heilsu og vælveru.

Meira fæst at vita um skipanina við at venda sær til P/F Poul Michelsen og tosa við okkara sølufólk

 

Kristian Johansen
Søluleiðari - Frukt og Grønmet / Sales Manager - Fruit & Vegetables
Mobile. +298 764654
Nikolaj Lindholm Eriksen
Innkeypari - Frukt og Grønt / Purchaser - Fruit & Vegetables
Mobile. +298 764659