Handilsvørur

FRÍSKAR VØRUR OG GÓÐIR PRÍSIR

PM roynir hvønn dag at útvega so góðar og frískar matvørur sum gjørligt, og at fylgja við menningini og rákinum á heimsmarknaðinum.

Samstundis seta vit æru í at varðveita ein so sjálvstøðugan føroyskan matvøruhandil sum til ber, og soleiðis røkka teimum fyrimunum, sum eru við at hava beinleiðis samskifti við sjálvan framleiðaran – tað verið seg innan– sum uttanlands.

Vit hava eitt fjølbroytt úrval av frystivørum, turrvørum og kølivørum.  Tað eru týðandi vørubólkar hjá okkum og eisini teir bólkar, sum krevja mestu røktina – bæði tá tað snýr seg um høgt og álítandi tænastustøði og um kappingarføri.

Ein avgjørd fyritreyt tá ein handlar við slíkum vørum er, at flutningur til Føroya, goymsluumstøðurnar og flutningurin í Føroyum eru á hægsta góðskustøði.

 

Finnur Hansson
Søluleiðari - Detail / Sales Manager - Retail
Mobile. +298 764657
Ingi Gunnarsson
Sølufólk - Detail & Bakaravørur / Sales Assistant - Retail & Baking
Mobile. +298 764652
Marjun Brockie
Sølufólk - Detail / Sales Assistant - Retail
Mobile. +298 764664
Trygvi Absalonsen
Sølufólk - Detail / Sales Assistant - Retail
Mobile. +298 764663