Kjøtbúðin leggur seg altíð eftir bestu rávøruni og tað er ein orsøk til at Kjøtbúðin, og serstakliga rullupylsan, eru vorðin víðagitin millum fólk.
Kjøtbúðin hevur síðan byrjan í 1921 lagt seg eftir og hildið fast um, at gera fáar, men dygdargóðar vørur.
Andin við dygdargóðum rávørum og handverki heldur áfram í einum nýmótans matvøruvirki. Nærlagni og gomlu uppskriftirnar trívast sum fyrsta dagin.