Kundar á marsipanskúla

Saman við okkara veitara Odense Marcipan, skipaðu vit í gjár fyri einum marsipanskúla fyri kundum okkara. 

 

Odense Marcipan veitti íblástur, sum var alt frá ymsum arbeiðsháttum og grundteknikkum til smakkir og prýðiligar køkubitar. 

 

Vit meta, at tað hevur stóran týdning at veita íblástur og at vísa á møguleikar og dygdir, sum okkara vørur hava. Tí hava vit javnan kundadagar saman við okkara veitarum – til frama fyri bæði skapandi arbeiði og menningina innan faki. 

 

Onnur tíðindi