Tann 1. mars vóru fimti ár liðin, síðani fyritøkan PM varð sett á stovn. Í hesum sambandi er givin út bók um bæði fyritøkuna og ikki minst mannin handan fyritøkuna, íverksetaran og politikaran Poul Michelsen.
Hetta er ein søga um vørur, plattar og bingjur. Um virkisbygningar, trukkar og bilar. Um keyp og sølu og krónur og oyru. Men hetta er fyrst og fremst søgan um eina visjón, nøkur djørv mál, ein óvanliga sterkan vilja og eitt ómenniskjaligt treiskni.
Hetta er søgan um eina serliga mentan og um menniskjuni, sum bera hana. Um ein sterkan hugburð, sum hevur yvirlivað tíðarinnar tonn og mong skifti frá trongum og lítillátnum umstøðum til víðar og stórfingnar karmar.
Hetta er søgan um eitt fantastiskt lið av dugnaligum, nærløgdum og trúføstum starvsfólkum, og um nakrar professionellar og í mangar mátar ótraditionellar stjórar og leiðarar. Um eitt arbeiðsumhvørvi, sum í áratíggju fær arbeiðsfólkini til at kenna seg sum annað og meira enn júst arbeiðsfólk og starvsfelagar. Sum fær tey at kenna seg sum partur av eini serligari familju.
Hetta er sostatt ein familjusøga, soleiðis sum vit vanliga brúka orðið, men eins nógv í einum øðrvísi týdningi. Hetta er sólskinssøgan um P/f Poul Michelsen.
Skulu vit skilja hesa søguna og hvat tað er, sum ger hesa fyritøkuna so serliga, mugu vit tó fyrst til fulnar skilja Poul Michelsen sjálvan. Henda søgan er tí ikki einans eina hálva øld, men heldur 80 ára gomul.
Hon byrjar ein summardag í 1944 undir nokk so lítillátnum korum í einum blikkensláaraheimi í miðbýnum í Havn.
Heitið á bókini sipar til, at Poul Michelsen, mestur uttan at hugsa stórvegis um tað, javnan brúkar orðingina “Onkustaðni á vegnum….”, tá hann skal greiða frá onkrum, serliga onkrari áskoðan ella einumhvørjum sjónarmiði.
Høvundarnir av bókini eru Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen.