Á eini samkomu fyri starvsfólk í P/F Poul Michelsen takkaði Poul Michelsen Petur fyri alla ta longu tíð, hann hevur arbeitt í PM.
Hann nevndi, at Petur hevur arbeitt 45 ár av teim 46 árum sum PM er gamalt. Tá Petur byrjaði, var heilsølan staðfest heima í Gundadali 19, partvís í kjallaranum hjá foreldrunum í C. Pløjensgøtu og á Fiskasentralinum á Eystaru Bryggju.
Tá Petur kom at arbeiða í fyritøkuni, arbeiddu 4 fólk har, og hevur Petur sostatt verði við í allari menningini av fyritøkuni, sum nú telur á leið 60 fólk og húsast við Hoyvíksvegin í einum bygningi uppá umleið 6000 m2.
Petur hevur at kalla havt allar arbeiðsuppgávur hjá felagnum, men er nokk mest kendur sum sølumaður, og er ongin ivi um, at tað eru nógv í vinnuni, sum hava nógv gott at bera Petur.
Vit er glað fyri, at Petur enn arbeiðir hjá okkum. Petur er – sum søgan væl saktans fortelur – ongin ársungi, og hevur hann tí valt at minka munandi um arbeiðsorkuna í P/F Poul Michelsen.