Vaksandi avlop hjá P/F Poul Michelsen

Árið 2020/21 hilnaðist væl hjá matvøruheilsøluni P/F Poul Michelsen

Matvørufyritøkan, sum í 1974 byrjaði sítt virksemið í smáum heima í kjallaranum hjá Poul og Sólrún Michelsen í Gundadali, hevur síðani ment seg til eina stóra og vælrikna fyritøku, sum í dag heldur til við Hoyvíksvegin í Havn og har 60 fólk starvast.

Felagið virkar innan matvørumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.

Roknskapurin, sum endaði 30. apríl 2021 vísir, at nettosølan øktist úr 219 mió.kr. í 2019/20 til 232 mió.kr. í 2020/21. Vøksturin í søluni var 6 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 10 mió.kr., sum er nakað betri enn í fjør, tá ið ársúrslitið var 7,7 mió.kr

Vøksturin í ársúrslitinum var tískil 30 prosent.

P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2021 á 79,6 mió.kr. og einum trygdarevnið á 52 prosent.  Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 154,1 mió.kr., harav fastar ognir 83,7 mió.kr. og ognir í umferð íalt vóru 70,4 mió.kr. Harav var tøkur peningur 9,5 mió.kr.

Felagið hevði pr. 30. apríl 2021 langfreistaða skuld á 23,2 mió.kr. og stuttfreista skuld á 50,1 mió.kr.

Gjaldførið var gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 140 prosent.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útlutað 3,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært ársroknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5 prosent eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr.

Stjóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.

Onnur tíðindi