Petur Hermansen 50 ára starvsdag

Petur Hermansen 50 ára starvsdag

Hátíðarløta var í dag í sambandi við, at Petur Hermansen hevur starvast hjá PM í samfull 50 ár.

Gunnar Mohr handaði Peturi medalju frá kongi og røður vórðu hildnar. Poul Michelsen takkaði Peturi fyri tey 50 árini, sum hann hevur arbeitt hjá PM. Vit hoyrdu eisini góðar tónar frá Peturi og vinmonnum hansara.

Heilsølan var árs gomul, tá Petur byrjaði í starvi og tá arbeiddu 4 fólk hjá PM. Petur hevur sostatt verið við í allari menningini av samtakinum, sum nú telur áleið 200 fólk.

Arbeiðsuppgávur hjá Peturi hava verið fleiri og ymiskar, men nokk er Petur best kendur sum sølumaður, og tað er ongin ivi um, at tað eru nógv í vinnuni, sum hava nógv gott at bera Peturi. Petur hevur í sinum arbeiði altíð verið ágrýtin, røkin, trúfastur, vinarligur og veitt kundunum góða tænastu.

Seinastu árini hevur Petur starvast sum húsavørður, og tær uppgávurnar hevur hann eisini røkt fyrimyndarliga væl.

Vit ynskja Peturi hjartaliga til lukku við starvsdegnum og takka honum fyri sítt megnar arbeiði farnu 50 árini. Vit eru glað og errin av tí góða arbeiði, sum Petur hevur gjørt fyri samtakið øll hesi árini.

Petur hevur tikið avgerð um, at fara á pensjón, sum er honum so sera væl unt. Vit ynskja Peturi alt tað besta framyvir.

 

 

Onnur tíðindi