Privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á heimasíðuna, og hvat hetta verður brúkt til.
HVØRJIR UPPLÝSINGAR VERÐA SAVNAÐIR?
Vit savna upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:
- Hvørji farspor verða goymd
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er farspor sum eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.
HVUSSU BRÚKA VIT UPPLÝSINGAR?
Upplýsingar um tóleindir
Upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., brúka vit til at kanna møgulig álop á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
Í samband við marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.
Deiling av tínum upplýsingum
Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við uttanhýsis tænastur.
DÁTUEFTIRLIT
Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er:
PM – V-tal: xxxxxx og er adressan:
Hoyvíksvegur 71,
110 Tórshavn.
Tlf. 354650
Teldupostur: pm@pm.fo
Heimasíða: www.pm.fo
TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á pm@pm.fo
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
SPURNINGAR?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 354650 á pm@pm.fo.
DAGFØRINGAR
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 27. januar 2021.