Veitarar vístu vørur fram

Mikudagin 26 apríl og Hósdagin 27 apríl høvdu vit vitjan av 4 donskum veitarum. Her var talan um Danish Crown við svínakjøti, Ardo við frystari frukt & grønmeti, Rose (HKScan) við høsna vørum og Dina Food við køkum.

Fyrst var greitt eitt sindur frá um vørurnar, og síðani var fari runt til ymsu básarnar, har gjøllari varð hugt eftir ymsu vøru bólkunum. Til at enda við, vóru tey vitjandi bjóða til ein betri bita.

Vit takka okkara veitarum fyri íblástur, og ikki minst eina stóra tøkk til okkara kundar fyri sera góða undirtøku.

Onnur tíðindi