Atlas Flutningur er flutningsfyritøka sum eigur 14 last- og vøruvognar í støddum frá 3,5 tonsum upp í 32 tons.
Miða verður eftir: at hava eitt høgt tænastustøði:
- at hava serbygdar bilar til flutninguppgávuna
- at koyra um alt landið
- at hava góða títtleika
- at hava so nýggja bilapark sum gjørligt
- at hava reinar bilar egnaðar til matvøruflutning
P/F Poul Michelsen eigur allan partapeningin.
Johan Petur Michelsen er stjóri.
Teir gulu bilarnir
Bilarnir hja PM síggjast kring alt landi so at siga hvønn einasta gerðandisdag á árinum!
Eitt dótturfelag hjá P/F Poul Michelsen Sp/f Atlas Flutningur eigur allar flutningsbilarnar og hevur sáttmálar við PM og aðrar um flutning.
Teir gulu bilarnir – trívast í kulda – eru serbygdir til at koyra við mjólk og niðurkøldum vørum, og soleiðis tryggja at vøran kemur so frísk sum gjørligt út til brúkaran.
Flest allir bilarnir hava køliskipan og nakrir bæði køli – og frystiskipan.
– trívast í kulda.