Okkara virksemi

Á røttum stað – til tíðina.

P/F Poul Michelsen

P/F Poul Michelsen hevur síðani 1974, átt ein stóran leiklut á føroyska matvørumarknaðinum.

Tey fyrstu árini einamest sum serheilsøla innan køli – og frystivørur. Hesir vørubólkar kravdu tá eins og nú serligar umstøður bæði í flutningi og goymslu.
Catering/vistarveiting kom so at siga samstundis inn í vøruúrvalið og er í dag stórur partur av virksemi okkara.

Sølunetið

Søla okkara verður fyri størsta partin røkt av ferðandi seljarum, telefonseljarum, við tilboðum umvegis interneti og við faxi. Umráðandi hjá okkum er at hava so tætt samstarv við kundar okkara sum til ber. Hinvegin menna vit nýtt tøkni og nýggjar hentleikar, sum skal gera tað møguligt at samvinna við okkum lætt og skjótt, og tá alt samdøgrið allar dagar í vikuni.

Skeið- og undirvísingarumstøður

Við seinasta útbygging fingu vit gjørt nýggja stásiliga matstovu til 60 fólk. Umframt at vit her gera mat til starvsfólkini, verða hølini brúkt til skeið- og undirvísingarátøk. Eisini verða hølini brúkt til framsýningar.

Flutningur

Ein partur av okkara virksemi er at tryggja, at flutningurin til kundar okkara er á einum høgum góðskustøði og við einum títtleika, sum slíkt virksemi krevur. Við lýsingarátakinum “- Vit trívast best í kulda” eru teir serbygdu gulu lastbilarnir daglig sjón í ferðsluni.

PM Pluss

PM Pluss bleiv stovnað í 2009 og heldur til í Mannaskarði 4 og er PM Pluss ein partur av P/F Poul Michelsen. Hjá PM Pluss starvast áleið 120 fólk, frá 17 ymiskum tjóðum. PM Pluss veitir reingerðartænastur á hægsta stigi við burðardyggum kunnleika. Vitan og førleiki gera at stovnar, skrivstovur, handlar og framleiðslufyritøkur trygt kunnu velja PM Pluss til veitara.

Veitsla.fo

Nethandilin Veitsla.fo læt upp 12. desember 2017 og heldur til í Tórshavn, men veitir tænastu kring alt landið.
Endamálið hjá veitsla.fo er at gera tað lættari hjá føroyingum at halda eina góða veitslu. Veitsla.fo leigar út alt til veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið, sum t.d. borð, stólar, borðbúnað og mangt annað. Nethandilin hevur hópin av vørum í størri nøgdum, so fólk kunnu skipa fyri størri tiltøkum og fáa alt teimum tørvar á einum stað.