Soleiðis er opið um ólavsøkuna

Ólavsøkuaftan, mánadagin 28. juli:
Kl. 08:00 – 11:00

Ólavsøkudag, týsdagin 29. juli:
Kl. 13:00 – 14:00
(Til ber einans at heinta vørur og til ber at ringja á vakttelefonina +298 764699)

Mikudagin 30 juli:
Kl. 08:00 – 16:00

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku

Katrin Abrahamsen fer frá vegna aldur

Fríggjadagin høvdu vit eina hugnaliga fráfaringarløtu, nú Katrin Abrahamsen fer frá vegna aldur.

Vit takka Katrini fyri gott samstarv og tíðina saman, og ynskja henni alt tað besta framyvir.

Kjøtbúðin flutt í nýggj hølir hjá P/F Poul Michelsen

Síðani 2005 hevur Kjøtbúðin húsast á Akranesgøtu, men er nú flutt inn í nýggj hølir hjá PM heilsøluni, á Hoyvíksvegi 74 í Tórshavn.

Seinastu mánaðirnar hevur umbygging verið framd í hølunum hjá PM. Tað er byggifyritøkan Eysturlon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

Kjøtbúðin hevur síðani 1921 altíð lagt dent á tí bestu rávøruna. Síðani PM keypti Kjøtbúðina í 2014, hava vit hildið fast í virðunum og framleitt tær dygdargóðu og eyðkendu vørurnar, sum kundar okkara kenna og meta so høgt.

Vit fegnast um nýggju umstøðurnar og meta tær sum ein týðandi liður í menningini og tænastuni hjá PM-samtakinum.

Petur Hermansen 50 ára starvsdag

Petur Hermansen 50 ára starvsdag

Hátíðarløta var í dag í sambandi við, at Petur Hermansen hevur starvast hjá PM í samfull 50 ár.

Gunnar Mohr handaði Peturi medalju frá kongi og røður vórðu hildnar. Poul Michelsen takkaði Peturi fyri tey 50 árini, sum hann hevur arbeitt hjá PM. Vit hoyrdu eisini góðar tónar frá Peturi og vinmonnum hansara.

Heilsølan var árs gomul, tá Petur byrjaði í starvi og tá arbeiddu 4 fólk hjá PM. Petur hevur sostatt verið við í allari menningini av samtakinum, sum nú telur áleið 200 fólk.

Arbeiðsuppgávur hjá Peturi hava verið fleiri og ymiskar, men nokk er Petur best kendur sum sølumaður, og tað er ongin ivi um, at tað eru nógv í vinnuni, sum hava nógv gott at bera Peturi. Petur hevur í sinum arbeiði altíð verið ágrýtin, røkin, trúfastur, vinarligur og veitt kundunum góða tænastu.

Seinastu árini hevur Petur starvast sum húsavørður, og tær uppgávurnar hevur hann eisini røkt fyrimyndarliga væl.

Vit ynskja Peturi hjartaliga til lukku við starvsdegnum og takka honum fyri sítt megnar arbeiði farnu 50 árini. Vit eru glað og errin av tí góða arbeiði, sum Petur hevur gjørt fyri samtakið øll hesi árini.

Petur hevur tikið avgerð um, at fara á pensjón, sum er honum so sera væl unt. Vit ynskja Peturi alt tað besta framyvir.

 

 

Skrivstovan er stongd á flaggdegnum 25. apríl

Skrivstovan er stongd á flaggdegnum 25. apríl

Leygardagin 26. apríl er opið kl. 11.00 til 15.00. Til ber at ringja á vakttelefonina +298 764699 fyri at bíleggja vøru.

Útkoyring og bíleggingarfreist ber til at síggja á nethandli okkara www.keyp.pm.fo

 

Upplatingartíðir um páskirnar

Soleiðis hava vit opið um páskirnar:

16. apríl, mikudagur: Opið sum vanligt
17. apríl, Skírishósdagur: Stongt
18. apríl, Langi fríggjadagur: Stongt
19. apríl, leygardagur: Opið frá 11:00 til 15:00. Til ber at heinta vørur tá (vakttelefon nr. 764699)
20. apríl, Páskadagur: Stongt
21. apríl, 2. Páskadagur: Stongt
22. apríl, týsdagur: Opið sum vanligt

Yvirlit yvir útkoyring og bíleggingarfreist sæst á nethandli okkara www.keyp.pm.fo

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir

Kundavitjan

Í gjár, mikudagin 2. apríl høvdu vit umleið 100 kundar á vitjan í sambandi við, at 5 veitarar úr Danmark eru komnir til Føroyar at vísa vørur fram. 


Veitarnir eru Ardo við frystari frukt & grønmeti, Schulstad við bakeoff vørum, Danish Crown við svínakjøti, Dina Food við køkum og Unilever við sós, mayonaise o.ø.

 

Fyrst var bjóðað vælkomin og ein rundvísing varð úti á goymsluni fyri kundunum. Síðani var farið runt til ymsu básarnar, har hugt var eftir ymsu vørubólkunum. At enda fingu øll vitjandi ein betri bita og gávuposar. 

 

Vit takka okkara veitarum fyri íblástur og kundum okkara fyri sera góða undirtøku.

Faxe Kondi steypafinalurnar 2025

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Hetta var fyrsta stóra tiltakið Við Tjarnir og er eingin ivi um, at stórhøllin er eitt frambrot fyri føroyskan hondbólt.
Finalurnar hjá monnum og kvinnum høvdu methøgt tal av áskoðarum til hondbóltsdyst í Føroyum, og vóru ungdómsfinalurnar og tiltakið hjá Eydnudeildini eisini sera væl vitjað.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, 8 tilsamans – hjá monnum, D18, D16, G14, G12, G10, D10 og D10B. Kyndil hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur – hjá kvinnum, G18, D14 og D12. EB og SÍF/Søljan vunnu tvær finalur í part, ávikavist G12B og G10B, G14B og D12B. Neistin vann G16 og Team Klaksvík D14B.

Allar barnafinalurnar kunnu síggjast á youtube rásini hjá HSF, sum eitur Handball Faroe Islands

Steypavinnarar 2025:
Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-23
Dagsins leikari: Bjarta Osberg Johansen (Kyndil)

Menn: H71 – VÍF 33-29
Dagsins leikari: Bjarni Gunnarsson Jacobsen (VÍF)

G18: Kyndil – H71 25-16
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen (Kyndil)

D18: H71 – VÍF 34-28
Dagsins leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (H71)

G16: Neistin – Kyndil a 26-22
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin)

D16: H71 a – Neistin a 27-25
Dagsins leikari: Hákun Rask Olsen (Neistin)

G14: H71 a – Kyndil a 19-18
Dagsins leikari: Hervør Hansen (Kyndil)

G14B: Søljan – Tjaldur 24-17
Dagsins leikari: Andrea Heinadóttir (Søljan)

D14: Kyndil – H71 a 24-23
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

D14B: Team Klaksvík – Tjaldur 14-10
Dagsins leikari: Amaliel í Beiti (Team Klaksvík)

G12: H71 a – StÍF a 22-21
Dagsins leikari: Alda Nielsdóttir Joensen (H71)

G12B: EB a – H71 c 20-13
Dagsins leikari: Victoria Høghamar (EB)

D12: Kyndil a – H71 a 32-23
Dagsins leikari: Filip Andrésen (Kyndil)

D12B: SÍF – ÍA a 20-15
Dagsins leikari: Josef Nattedstad (SÍF)

G10: H71 a – VÍF a 15-14
Dagsins leikari: Ró Malusi Martinsdóttir (VÍF)

G10B: EB a – Tjaldur a 8-7
Dagsins leikari: Jóhanna Kartinsdóttir Høghamar (H71)

D10: H71 c – Kyndil a 20-10
Dagsins leikari: Tóki Rógvason Weyhe (H71)

D10B: H71 b – Neistin c 15-14
Dagsins leikari: Noam Suni Durhuus (H71)

Kelda: www.hsf.fo

P/F Poul Michelsen ynskir øllum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Upp- og afturlatingartíðir um jólini 2024

Soleiðis er opið um jólini og á nýggjárinum

 

23. desembur – Opið sum vanligt

24. – 26. desembur – Stongt

27. desembur – Opið sum vanligt

28. desembur – Opið frá kl. 11:00 til 15:00 (Til ber einans at heinta vøru)

30. desembur – Opið sum vanligt

31. desembur – Opið frá kl. 08:00 til 12:00

1. januar – Stongt

2. januar – Opið sum vanligt

 

P/F Poul Michelsen ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár

×