Vit selja aftur í ár teir vælumtóktu jólapakkarnar, sum eru fyltir við alskyns matvørum.
Til ber at bíleggja longu nú
Sí okkara jólapakkatilboð her: https://jol.pm.fo/
Vit selja aftur í ár teir vælumtóktu jólapakkarnar, sum eru fyltir við alskyns matvørum.
Til ber at bíleggja longu nú
Sí okkara jólapakkatilboð her: https://jol.pm.fo/
Vit gleða okkum at kunna boða frá, at vit nú hava fingið ein nýggjan og dagførdan nethandil, sum skal gera tað enn lættari og einfaldari hjá tykkum at bíleggja okkara vørur.
Við nýggja nethandlinum fáa tit m.a. betri yvirlit yvir bíleggingar og skjótari leiting eftir vørum.
Í hesum sambandi verður okkara gamli nethandil, www.keyp.pm.fo, eftir ætlan latin aftur tann 1. novembur 2026.
Fá atgongd til nýggja nethandilin her:
https://new-site-form.pm.fo/
Vit vóna, at tit fara at fáa góða gleði av nýggja nethandlinum.
Vinarliga
PM Heilsøla
Í sambandi við, at vit leggja um til eina nýggja goymsluskipan, verða bíleggingarfreistirnar og upplatingartíðirnar broyttar í viku 39.
Broyttar bíleggingarfreistir í viku 39:
Tórshavn – levering fríggjadag: Bíleggingarfreistin er hósdagin 24/9 kl. 16:00
Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðursteymoy, Eysturoy og Norðoyggjar – levering mánadag: Bíleggingarfreistin er hósdagin 24/9 kl. 16:00
Broyttar upplatingartíðir í viku 39:
Mánadagin til hósdagin: Opið sum vanligt
Fríggjadagin 25/9: Opið kl. 08:00 – 12:00 (tilber at bíleggja heintiordra til kl. 10:00)
Leygardagin 26/9: Stongt
Sunnudagin 27/9: Stongt
Koyrt verður sum vanligt í viku 39.
Vit hava aftur opið sum vanligt frá viku 40.
Vinarliga
PM Heilsøla
Ólavsøkuaftan, týsdagin 28. juli:
Kl. 08:00 – 11:00
Ólavsøkudag, mikudagin 29. juli:
Kl. 13:00 – 14:00
(Til ber einans at heinta vørur og til ber at ringja á vakttelefonina +298 764699)
Hósdagin 30 juli:
Kl. 08:00 – 16:00
Yvirlit yvir útkoyring og bílegginginarfreist sæst HER
Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku
PM Heilsølan hevur opið frá kl. 08:00 til 16:00 Grundlógardagin 5. juni 2026
Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.
Tað vóru Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu og Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, sum saman við landsliðsleikarunum Eliasi á Skipagøtu og Rannvá Olsen, hittust undan dystinum, har sáttmálin eisini var undirskrivaður.
– Gunn Ellefsen viðmerkir, «samstarvið um Faxe Kondi kappingina hevur riggað sera væl og er ment so líðandi í felag. Hvørt ár merkja vit ein serligan spenning millum leikarar og hondbóltsfjepparar upp til steypafinalurnar. Familjur, ung og gomul leita sær í høllina at heppa uppá okkara dugnaligu leikarar, sum sleppa at skína í besta kastljósi.»
– “Í dag heppa vit uppá manslandsliðið Við Tjarnir, men eg haldi eg tori at siga, at eg havi sæð flestu av hesum leikarunum í onkrari steypafinalu upp í gjøgnum árini, tað veri seg hjá ungdóminum ella teimum vaksnu, sigur Gunnar Mohr. “Tað er hugaligt at síggja, hvussu langt teir eru komnir, har teir flestu spæla, ella hava spælt uttanlands, og her hava steypafinalurnar eisini verið eitt stig á hondbóltsleiðini»
Steypafinalurnar 2027 vera vikuskiftið 19. – 21. februar.
Umleið 600 fólk løgdu leiðina framvið, tá PM messan varð hildin fríggjadagin 17. apríl.
Í ár luttóku yvir 30 veitarar, og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv fyritøkurnar høvdu gjørt burturúr sínum básum.
Vit vilja takka øllum, sum komu framvið. Vit gleða okkum longu til næstu PM messu.
Afturvendandi PM messan verður í ár hildin fríggjadagin 17. apríl frá kl. 10.00 til 18.00, á Hoyvíksvegi 74.
Á messuni luttaka bæði føroyskir og útlendskir veitarar.
Kom framvið og fá íblástur. Møguleiki verður fyri, at síggja nógvar ymiskar, nýggjar og spennandi vørur. Harumframt verða smakkiroyndir og fleiri góð tilboð.
Undanfarin ár hevur tað verið stuttligt, at sæð flottu básarnar verða so væl vitjaðar. Tað er tí við stórari gleði, at vit aftur í ár bjóða øllum vinnurekandi og almennum stovnum til eitt hugkveikjandi og spennandi tiltak.
Hjartaliga vælkomin
1. apríl, mikudagur: Opið sum vanligt
2. apríl, Skírishósdagur: Stongt
3. apríl, Langi fríggjadagur: Stongt
4. apríl, leygardagur: Opið frá 11:00 til 15:00. Til ber at heinta vørur (vakttelefon nr. 764699)
5. apríl, Páskadagur: Stongt
6. apríl, 2. Páskadagur: Stongt
7. apríl, týsdagur: Opið sum vanligt
Yvirlit yvir útkoyring og bíleggingarfreist sæst á nethandli okkara www.keyp.pm.fo
Vit høvdu eina hugnaliga fráfaringarløtu í dag, nú Ingi fer frá vegna aldur.
Stjórin, Gunnar Mohr helt eina røðu og somuleiðis Poul Michelsen bar fram eina heilsan og tøkk til Inga.
Ingi hevur starvast sum sølumaður hjá PM heilsøluni í 23 ár og hevur við trúfesti og ágrýtni verið ein týdningarmikil partur av fyritøkuni.
Vit takka Inga fyri gott samstarv og trúgva tænastu, og ynskja honum alt tað besta framyvir.