Gleðilig jól og gott nýggjár

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Upp- og afturlatingartíðir um jólini 2024

Soleiðis er opið um jólini og á nýggjárinum

 

23. desembur – Opið sum vanligt

24. – 26. desembur – Stongt

27. desembur – Opið sum vanligt

28. desembur – Opið frá kl. 11:00 til 15:00 (Til ber einans at heinta vøru)

30. desembur – Opið sum vanligt

31. desembur – Opið frá kl. 08:00 til 12:00

1. januar – Stongt

2. januar – Opið sum vanligt

 

P/F Poul Michelsen ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár

Jólahugni fyri starvsfólkunum við familju

Sunnudagin 15. desembur varð jólahugni fyri starvsfólkunum við familju.
Holukøkur og rísalamang var at fáa, jólamenn komu á vitjan, dansað varð um jólatræðið og børnini fingu hvør sín pakka. Ein hugnalig løta.

Næmingar á vitjan

Tað er javnan, at vit fáa næmingar frá ymsum skúlum á vitjan og tað fegnast vit um.

Næmingar á Búskaparbreytini á Glasir vóru á vitjan fríggjadagin. Gunnar Mohr greiddi frá virkseminum hjá PM og vísti næmingunum runt í bygninginum.

P/F Poul Michelsen takkar fyri vitjanina og ynskir teimum øllum blíðan byr á yrkisleiðini.

Jólapakkatilboð 2024

Skal tú hjúkla um starvsfólkini til jóla? Vit hava eina ómakaleysa jólapakkaloysn.

Vit selja aftur í ár teir vælumtóktu jólapakkarnar, sum eru fyltir við alskyns matvørum.

Í faldaranum eru 8 jólapakkaloysnir, men til ber eisini, at samanseta pakkar eftir egnum ynski.
Ynskir tú at síggja faldaran, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 354650 ella senda ein teldupost til ordrar@pm.fo

Fá brúkara til nethandilin www.keyp.pm.fo

Hevur tín fyritøka ella títt arbeiðspláss ikki ein brúkara til nethandil okkara?
Ring á tlf. +298 354650, so vegleiða vit tær fegin.

Sí okkara úrval og bílegg vørur júst tá tað passar tær.

www. keyp.pm.fo hevur altíð opið

Føroya Landsorkestur á vitjan

Í morgun kom Føroya Landsorkestur framvið hjá P/F Poul Michelsen og spældi nøkur løg fyri starvsfólkunum.

Vit takka Føroya Landsorkestri fyri hugnaligu løtuna og ynskja teimum góða konsertferð í Íslandi í komandi viku.

2 x 25 ára starvsdagur

Í ár eru tað 25 ár liðin síðani Kristian Johansen og Petur Joensen byrjaðu í starvi hjá PM.

Kristian er okkara søluleiðari innan frukt og grønmeti og Petur er okkara bilførari í Suðuroynni.

Góðu Kristian og Petur
Hjartans tøkk fyri tykkara íkast og trúgva tænastu. Vit eru glað og errin av tykkara megnar arbeiði øll hesi árini. Hjartaliga til lukku við starvsdegnum.

Haugen-Gruppen og Unilever vístu vørur fram

Í gjár, mikudagin 4. septembur varð kundadagur fyri okkara catering kundum.

Okkara veitarir Haugen-Gruppen og Unilever góvu kundunum íblástur, vístu vørur fram og bjóðaðu smakkiroyndir og goodiebags.

Tøkk til Haugen-Gruppen og Unilever fyri íblástur og fyri ein betri bita.
Vit takka kundum okkara fyri góða undirtøku.

 

Jonna Hansen útlærd

Í dag fekk Jonna Hansen handað lærubræv í sambandi við, at hon hevur nomið sær útbúgving sum skrivstovufólk innan fyrisiting.

Jonna er næmingur nummar 34 hjá P/F Poul Michelsen. Í lærutíðini hevur Jonna verið knýtt at skrivstovuni, har hon m.a hevur havt samskifti við kundar. Eisini hevur hon havt ymsar fyrifallandi uppgávur í innkeypsdeildini og fíggjardeildini.
Vit ynskja Jonnu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og ynskja henni blíðan byr framyvir.

×