Gullbrúdleyp hjá Sólrun og Poul

Í samband við at Sólrun og Poul hava verði gift í 50 ár, verur bjóða vinum, kenningum, og viðskiftafólki okkara til móttøku á Hoyvíksvegi 74.

Móttøkan verður Fríggjadagin 9. September, 2016 frá kl 16.00 til kl 19.00

Hjartaliga vælkomin
Sólrun og Poul

Vit byggja út

Nú byggja vit nýggja kuldagoymslu og goymslu. Útbyggingin umfatar 400 m2 ella 2500 m3 kuldagoymslu við tveimum til- og frá rampum, goymsluskrivstovu og toiletrúm. Eisini umfatar byggingin 400 m2 turrgoymslu.
Arbeiði byrjaði mitt í mai og væntast liðugt seint í summar. Tað er Articon sum stendur fyri byggjarínum og Verkfrøðingastovan teknar og hevur eftirlit.

Pm og Dánjal í 25 ár

Fríggjadagin 20.04.2016 var móttøka fyri Dánjal Tausen. Í 25 ár hevur Dánjal arbeitt hjá P/F Poul Michelsen. Hann byrjaði at arbeiða hjá PM sum 27 ára gamal sum seljari. Dagurin varð hildin saman við familju, vinum, viðskiftafólki og starvsfólki.  Takk fyri ein sera hugnaligan dag og takk til Martin Joensen fyri góðan sang og takk fyri 25 góð ár.

Kjøtbúðin nýggjan viðskera

Kjøtbúðin er komin við 2 nýggjum sløgum av viðskera.

Saltað og roykt kjøtpylsa, og fyri fyrstu ferð eina lambsspeigipylsu.

Eisini kemur ein gamal klassikari fram aftur. Roykt saltað kjøtpylsað. Vøran hevur ikki verið framleitt í 3 ár men nú er møguleiki fyri aftur at fáa hetta á matarborðið

PM handilsstevnan verður í apríl

Afturvendandi handilsstevnan hjá PM verður hósdagin 14.04.2016 og fríggjadagin 15.04.2016. Vit gleða okkum til síggja tykkum.

At røkja okkara marknað er okkara fremsta mál, og tað ber millum annað í sær, at vit ikki bara royna at bjóða okkara viðskiftafólki tað sama, sum tey kundu fingið á øðrum og størri marknaðum, men eisini støðugt at geva teimum íblástur innan teirra øki.
Vit vóna og vænta, at øll fáa eina kenslu av hesum, tá vitja verður á okkara handilsstevnu.
Hjartaliga vælkomin á stevnu.
OPIÐ ER FRÁ KL. 14.00 TIL 19.00

Nýggjur bilur til Suðuroyar

Nýggjasti bilurin hjá PM koyrir í Suðuroy. Bilurin kom til Føroya í desember 2015.

Bilurin er tann fyrsti við køliskipan uttan á kassanum.

Petur Joensen byrjaði hjá PM 28. September 1999 og hetta er 4 bilurin
sum verður brúktur til útkoyring í Suðuroy. Fyrsti bilurin varð stjolin og
fekk so stóran skaða at hann ikki kundi brúkast aftur.

 

Kjøtbúðin vitjar

Í Oktober 2014 keypti P/F Poul Michelsen Kjøtbúðuna. Í Februar 2016 bleiv Petur Amon Dalbø stjóri í fyritøkuni. í dag hava tey verði og vitja PM Heilsøluna. Gunnar Mohr , stjóri hjá PM vísti starvsfólkunum runt. Í kjøtbúðuni starvast í dag 11 fólk.

Petur Amon Dalbø stjóri í Kjøtbúðuni og Gunnar Mohr stjóri hjá P/F Poul Michelsen saman við starvsfólkinum á Kjøtbúðuni

PM bjóðar nýggja Kaffiloysn

Í 2001 kom Merrild Coffee Systems (Nú JDE) á marknaðin í Føroyum. Hendan loysn umfatar eitt kaffimaskinu-konsept, sum byggir á kaffisevju, sum gevur tann eginleika, at tú skjótt og ómakaleyst hevur nýgjørt kaffi í koppinum.

Í 2016 er JDE enn einaferð komið við eini slóðbrótandi loysn innan kaffiveiting.. Hetta undir heitinum Promesso. Hetta er ein loysn á høgum støði, ment við slóðbrótandi tøkni.

Les meira um hesa kaffiloysn á heimasíðuni hjá JDE http://jdeprofessional.dk/maskiner/promesso/promesso-luxe-why-compromise

Vitjan frá Føroya Handilsskúla

Sum eitt lið í undirvísingini hjá Maluni Johannesen, hevur ein flokkur verið og vitja heilsøluna í morgun. Malan undirvísir í virkisbúðskapi og næminganir hava fingið ein møguleika, at síggja, hvussu gongdin er viðvíkjandi innkeypi hjá P/F Poul Michelsen. Gunnar Mohr, stjóri og Mikkjal T. Henze, innkeypsleiðari greiddu frá innkeypi og goymslustýring í fyritøkuni. Takk fyri vitjanina.

 

×