Kyndil hevur tryggjað sær finalupláss við bæði kvinnum og monnum.
Kyndlamenn vunnu seinnu hálvfinaluna í dag á VÍF. Úrslitið varð 29-26. Í fyrru hálvfinaluni vunnu teir 28-25, so samlaða úrslitið gjørdist 57-51.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2014, at Kyndil er í steypafinaluni hjá monnum.
Kyndil hittir H71 í finaluni, sum vann 21-18 á Neistanum.
Hjá kvinnum var at kalla greitt áðrenn seinnu hálvfinalurnar, at tað fór at verða VÍF og Kyndil, sum skuldu spæla finalu, tí bæði liðini vunnu greiðar sigrar í fyrru hálvfinaluni.
Faxe Kondi finalurnar hjá teimum vaksnu eru leygardagin 17. februar. Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan klokkan 16.00.
Í samband við Faxe Kondi steypakappingina, so myndar Faxe Kondi suðursíðuna hjá Dansifrøði í februar.