Skjót hjálp er dupult hjálp

VINNUFYRITØKUR OG REYÐI KROSSUR SENDA 2 MILLIÓNIR TIL HJÁLPARÁTØK Í UKRAINA

Tað hevur stóran týdning at hjálp teymum neyðstaddu skjóta hjálp – tí hava vit saman við nøkrum fyritøkum savna pening at læta Reyðakrossi.

 Vónandi eru tað onnur – einstaklingar og feløg – sum eisini vilja hjálpa.    

Støðan í Ukraina er ómetaliga syrgilig, og samanbrestirnir í farnu dagarnar hava longu elvt til ovurstórar humaniterar avleiðingar, eisini í grannalondunum.

Tørvurin á hjálp er sera stórur, og Reyði Krossur hevur tí skipað fyri hjálparátøkum bæði í Ukraina og í nærmastu grannalondunum.

Nýggjastu tølini vísa, at fleiri enn 500.000 fólk eru longu rýmd úr landinum, og ST væntar, at talið fer at koma upp um 4 mió. Sum vit tíverri ofta síggja í humaniterum kreppum, eru tað serliga kvinnur og børn, ið vera rakt av kreppuni, og sum eru flýggjað.

Hjálparátøkini hjá Reyða Krossi fevna um eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, eins og kropsligum og sálarligum stuðli. Í løtuni er hin mest átrokandi uppgávan at veita mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og fyrstuhjálp til tey særdu.

Fleiri føroyskar fyritøkur hava í dag latið tilsamans 1,5 milliónir krónur til hjálparátøk, sum verða skipað í Ukraina og í grannalondunum. Reyði Krossur Føroya ynskir hervið at takka hesum vinnufyritøkum:

P/F Poul Hansen , Á-handlanir / Samkeyp , Bank Nordik,  SMS ,Varðin,JFK , XL bygg , Bakkafrost, Betri Trygging ,Betri Banki, Hiddenfjord, Norrøna , Formula , Gundurs Bussar, Waag bilar , P/F Poul Michelsen.

Onkur fyritøka ynskir at vera ónevnd.

Reyði Krossur Føroya hevur harumframt latið eina hálva millión krónur afturat, sum eitt nú koma frá klædnaendurnýtslu, fyrstihjálparskeiðum og øðrum sjálvbodnum virksemi hjá Reyða Krossi Føroya. Sostatt verða tilsamans 2 milliónir krónur sendar til hjálparátøk í Ukraina og í grannalondunum.

Reyði krossur takkar øllum stuðlum, bæði nær og fjar.

Bæði fólk og fyritøkur eru framvegis hjartaliga vælkomin at stuðla nevndu hjálparátøkum hjá Reyða Krossi.

Fyritøkur eru vælkomnar at skriva til redcross@redcross.fo, og einstaklingar eru vælkomnir at lata eina peningaupphædd konto í peningastovni, og viðmerkja “Ukraina”.

Bank Nordik: 6460 4946954

Betri: 9181 4950013

Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776

Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Kr. 450 røkka eitt nú til at eitt barn fær lívbjargandi læknahjálp og at 9 børn fáa mat í ein mánað.

Saman røkka vit longri

Onnur tíðindi