Ert tú fyrikomandi og røkin og hevur hug at koma í starv hjá okkum, so ert tú kanska júst tann rætti umsøkjarin at byrja í framleiðsludeildini hjá okkum.
Starvsøkið fevnir í høvuðsheitum um framleiðslu og pakking av matvørum. Starvið krevur, at tú ert væl fyri kropsliga, tí nakað er at lyfta.
Vit søkja eftir einum starvsfólki at arbeiða umleið 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjdag, millum kl 8.00 – 16.00.
Starvið er tímalønt og lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.
Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á teldupost: starv@pm.fo.
Umsóknarfreistin er 31. Mars. Ætlanin er, at byrja skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Leonu Ellefsen, HR-leiðara á tlf 764625, ella mail leona@pm.fo.