Síðani 2005 hevur Kjøtbúðin húsast á Akranesgøtu, men er nú flutt inn í nýggj hølir hjá PM heilsøluni, á Hoyvíksvegi 74 í Tórshavn.
Seinastu mánaðirnar hevur umbygging verið framd í hølunum hjá PM. Tað er byggifyritøkan Eysturlon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Kjøtbúðin hevur síðani 1921 altíð lagt dent á tí bestu rávøruna. Síðani PM keypti Kjøtbúðina í 2014, hava vit hildið fast í virðunum og framleitt tær dygdargóðu og eyðkendu vørurnar, sum kundar okkara kenna og meta so høgt.
Vit fegnast um nýggju umstøðurnar og meta tær sum ein týðandi liður í menningini og tænastuni hjá PM-samtakinum.