Starvslýsing: Innkeypari til Frukt og Grønt hjá P/f Poul Michelsen

P/f Poul Michelsen søkir eftir einum dugnaligum innkeypara til Frukt og Grønt.

Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og sjálvstøðugum innkeypara við góðum samstarvsevnum og hollum kunnleika til matvørur – serliga innan frukt og grønt. Tú verður ein týðandi partur av okkara innkeypsdeild og kemur at arbeiða tætt saman við sølu- og goymslutoyminum.


Vit vænta, at tú:

  • – Hevur góðan kunnleika til matvørur, helst frukt og grønt
  • – Hevur royndir við innkeypi, handli ella hevur flair fyri tølum
  • – Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og miðvíst
  • – Hevur góð samstarvsevni og trívist í einum arbeiðsumhvørvi við nógvum samskifti
  • – Hevur áhuga ella royndir við Office 365 og Business Central (Dynamics 365), sum er ein fyrimunur


Vit bjóða:

  • – Eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv við nógvari ferð
  • – Eitt arbeiðspláss við góðum felagsskapi, trivnaði og dugnaligum starvsfeløgum
  • – Møguleika at ávirka arbeiðsgongdir og menning í fyritøkuni
  • – Løn sambært avtalu

 

Um hetta hevur vakt tín áhuga, vinaliga send umsókn til starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. januar 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á tlf. 764 625 ella telduposti leona@pm.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

P/f Poul Michelsen

Onnur tíðindi