Starvslýsing: Starvsfólk til P/f Kjøtbúðina

Starvsfólk til P/f Kjøtbúðina.

P/f Kjøtbúðin sóknast eftir røskum, jaligum, arbeiðssomum og sjálvsstøðugum fólki til framleiðsluna hjá okkum á Akranesgøtu 7 at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt  tímalønt starv har viðkomandi verður partur av einum toymi. Arbeiði kann verða eitt sindur krevjandi kropsligt.

Løn sambart avtalu millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Áhugað kunnu senda umsókn skjótast gjørligt til starv@pm.fo. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Sandru Schiller Magnadóttir, framleiðslufólk, tlf. 764641.

 

P/f Kjøtbúðin

Onnur tíðindi