Stuðul

Allar umsóknir um stuðul frá P/F Poul Michelsen skulu vera skrivligar og sendar okkum – antin við brævi ella umvegis teldupost.

Í umsóknini skal greitt koma fram, hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til og nær hann skal brúkast.

P/F Poul Michelsen hevur avsett eina ávísa upphædd til stuðul og lýsingar. Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar umleið 14. hvønn dag.

Allar umsóknir um stuðul, skulu vera okkum í hendi minst ein mánaða áðrenn stuðulin skal brúkast.

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn ein mánað frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

Umsóknir, ið vera sendar til aðrar teldupost búðstaðir, enn nevndu niðanfyri, vera ikki svaraðar

Umsóknir um stuðul skulu sendast til:

P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postmoga 200, 110-Tórshavn

Ella sum teldupost til:

studul@pm.fo