Faxe Kondi steypafinalurnar 2024

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. 18 finalur vóru leiktar, og hartil var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans 6 – hjá G18, D18, D16, D14, G12 og G10B. VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur – hjá monnum, D12B, G10 og D10. Neistin vann eisini fýra finalur – hjá G16, G14 saman við ÍA, G12B og D12. ÍA vann tvær finalur – G14 saman við Neistanum og D10B.
Trý feløg vunnu eina finalu í part – Kyndil vann hjá kvinnum, VB vann G14B og KÍF vann D14B.

Steypavinnarar 2024:
Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-21
Dagsins leikari: Turið Arge Samuelsen (Kyndil)

Menn: VÍF – Neistin 31-23
Dagsins leikari: Brandur Silvurstein (VÍF)

G18: H71 – VÍF 27-22
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)

D18: H71 – Neistin 42-26
Dagsins leikari: William Napoleon Djurhuus (H71)

G16: Neistin – VÍF 31-19
Dagsins leikari: Ai Waagstein (Neistin)

D16: H71 – Neistin 44-42
Dagsins leikari: Ragnar Heinason (H71)

G14: Neistin/ÍA – Kyndil 23-17
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin/ÍA)

G14B: VB – Stjørnan 29-24
Dagsins leikari: Rannvá Ryan (Stjørnan)

D14: H71 – Tjaldur 37-20
Dagsins leikari: Axel Holm Simonsen (H71)

D14B: KÍF – Team Klaksvík 31-11
Dagsins leikari: Jákup Jacobsen (KÍF)

G12: H71 – Søljan 26-11
Dagsins leikari: Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal (H71)

G12B: Neistin c – VÍF b 20-13
Dagsins leikari: Ró Apolonia Hansdóttir (Neistin)

D12: Neistin – H71 21-17
Dagsins leikari: Jósef Etinosa Erharuyi (H71)

D12B: VÍF – ÍA 21-14
Dagsins leikari: Tóri Pedersen (VÍF)

G10: VÍF – StÍF 12-11
Dagsins leikari: Aura Berg Mikkelsen (StÍF)

G10B: H71 b – Neistin 17-12
Dagsins leikari: Ása Niklasdóttir (H71)

D10: VÍF – SÍF 20-10
Dagsins leikari: Brandur Martinsson (VÍF)

D10B: ÍA – H71 d 10-9
Dagsins leikari: Óli Frederiksen (ÍA)

Kelda: www.hsf.fo

 

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitunum.

P/F Poul Michelsen fingið góðkenning frá SBTi

Seinastu 3 árini hevur P/F Poul Michelsen arbeitt við, at seta sær mál innanfyri burðardygt virksemi. Vit fegnast tí um, at Science Based Target initiative – stytt SBTi – nú hevur góðkent langtíðar málini hjá okkum um burðardygt virksemi í samsvari við altjóða krøv og standardir. Arbeitt verður innanfyri fleiri økir, so sum at:

– minka um CO2 útlátið
– verja lívfrøðiliga margfeldið
– minka um burturkastið
– økja um endurnýtsluna

Vit meta tað vera sera umráðandi, at taka ábyrgd av egnari ávirkan á umhvørvið og vilja tí áhaldandi arbeiða fyri, at gera okkara virksemi meira burðardygt fyri okkara framtíð, okkara starvsfólk og okkara kundar.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Upp- og afturlatingartíðir á jólum og á nýggjárinum

Soleiðis er opið:

23. des.        11:00 – 15:00  (til ber einans at heinta vøru)
24. – 26. des.    Stongt
27. – 29. des.    08:00 – 16:00
30. des.       11:00 – 15:00  (til ber einans at heinta vøru)
31. des.       Stongt
1. jan.          Stongt

23. og 30. desembur svarar vakttelefonin +298 764699 millum kl. 11:00 og 15:00.

Burðardyggari koyring

Í sambandi við at P/F Poul Michelsen arbeiðir við at minka CO2 útlatið, royna vit áhaldandi at finna nýggj tiltøk fyri at røkka okkara málum.

Í skjótt trý ár hevur P/F Poul Michelsen verið ein partur av Burðardygt Vinnulív – Faroese Sustainable Business Initiative og tað hevur givið okkum nógvan íblástur miðvíst at arbeiða fram ímóti at minka um CO2 útlátið.

Fyrr í dag høvdu vit sett á skrá eitt koyriskeið fyri okkara bilførarum. Bilførarar hjá IRF og Faroe Ship luttóku eisini. Skeiðið snúði seg um at effektivisera koyringina hjá bilførarunum og leggja teimum lag á, hvussu ein skal koyra fyri at minka um CO2 útlatið.

Tað vóru umboð frá Dekra, ið stóðu fyri skeiðinum.

 

Upplatingartíðir á ólavsøku

Ólavsøkuaftan 28. juli

Opið er frá kl. 08:00 til 12:00

Ólavsøkudag 29. juli

Ólavsøkudag ber til at heinta vøru frá kl. 11:00 til 15:00. Til ber at ringja á vakttelefonina +298 764699 fyri at bíleggja.

P/f Poul Michelsen ynskir øllum eina góða ólavsøku 

Reisigildi fyri nýggju frystigoymsluni

Í góðveðrinum í dag varð reisigildi fyri nýggju frystigoymsluni. Nýggi goymslubygningurin er í tveimum hæddum og 3.000 fermetrar til støddar. Í ovaru hæddini verður frystigoymsla, har pláss verður fyri áleið 1.600 plattum. Í niðaru hæddini verður parkeringskjallari, vaskipláss og verkstað.

Tað er Articon, ið stendur fyri arbeiðinum. Arbeiði gongur sera væl og tíðarætlanin heldur. Arbeiðið verður alt avhendað heilsøluni í februar í komandi ári.

 

 

 

 

 

 

×