Vit byggja út til nýggja frystigoymslu. Arbeiði byrjaði í oktobur, og væntast at verða liðugt til jóla komandi ár.
Tað er Articon, sum stendur fyri byggingini.
Vit byggja út til nýggja frystigoymslu. Arbeiði byrjaði í oktobur, og væntast at verða liðugt til jóla komandi ár.
Tað er Articon, sum stendur fyri byggingini.
Starvsfólk til P/f Kjøtbúðina.
P/f Kjøtbúðin sóknast eftir røskum, jaligum, arbeiðssomum og sjálvsstøðugum fólki til framleiðsluna hjá okkum á Akranesgøtu 7 at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt tímalønt starv har viðkomandi verður partur av einum toymi. Arbeiði kann verða eitt sindur krevjandi kropsligt.
Løn sambart avtalu millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Áhugað kunnu senda umsókn skjótast gjørligt til starv@pm.fo. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Sandru Schiller Magnadóttir, framleiðslufólk, tlf. 764641.
P/f Kjøtbúðin
Á eini samkomu í dag fekk Ró Kajsdóttir handað lærubræv í sambandi við, at hon hevur nomið sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen. Ró er næmingur nummar 31.
Ró hevur verði í læru á skrivstovuni, har hon m.a hevur havt samskifti við kundar okkara, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur, sum hon altíð, við einum smíli, hevur avgreitt.
Vit fegnast um, at Ró heldur áfram á skrivstovuni hjá P/F Poul Michelsen.
Á eini samkomu í dag, takkaðu vit Peter Roland frá Royal Unibrew fyri gott samstarv í 20 ár.
Peter er væl kendur millum tey handlandi í Føroyum, sum hann trúliga hevur vitja øll hesi mongu ár.
Peter var her og takkaði fyri seg, nú hann gevst í juni. Saman við honum var tann nýggi sølumaðurin Henrik Krog sum – saman við okkum – skal røkja føroyska marknaðin.

Fríggjadagin 6. mai var móttøka fyri Gunnari Mohr í samband við, at hann hevur havt 40 ára starvsdag hjá P/F Poul Michelsen.
Kundar, veitarar, starvsfólk, familja, vinfólk og kenningar leitaðu sær niðan á Hoyvíksvegin at heilsa uppá og fleiri røður vóru.
Gunnar var einans 17 ára gamal, tá hann í 1979 byrjaði sum avloysari hjá P/F Poul Michelsen. Fyrstu uppgávurnar í fyritøkuni vóru á goymsluni, og síðani hevur hann arbeitt seg upp ígjøgnum fyritøkuna. Í 2004 gjørdist hann hjástjóri og fyri seks árum síðani gjørdist hann stjóri hjá heilsøluni.


Gunnar Mohr hevur 40 ára starvsdag hjá P/f Poul Michelsen
og í hesum sambandi verður móttøka Hjá P/f Poul Michelsen
Móttøkan verður fríggjadagin 6. mai kl. 15.00 – 17.00
á Hoyvíksvegi 74.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Á eini samkomu í dag takkaði Poul – Beinir fyri hansara trúfesti og avrik øll hesi mongu ár. Beinir hevur starvast hjá PM í 35 ár. Beinir var bert 23 ára gamal tá hann byrjaði hjá PM.
Vit ynskja Beinir hjartaliga til lukku, takka fyri samstarvi og vóna at tað heldur áfram nógv ár aftrat.
P/f Poul Michelsen sóknast eftir einum røskum, jaligum, arbeiðssomum og sjálvsstøðugum goymslufólki til goymsluna hjá okkum á Hoyviksvegi 74 at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt tímalønt starv ( í royndartíðini ) og fastlønt starv eftir royndartíð. Viðkomandi verður partur av einum toymi við skiftandi arbeiðstíðum, men í høvuðsheitum verður arbeitt í dagtímum. Ynskiligt er at viðkomandi kann arbeiða í minsta lagi til august 2023, men tó ikki eitt krav.
Løn sambart avtalu millum Havnar arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag í royndartíðini og sambart avtalu eftir royndartíð.
Áhugað kunnu senda umsókn skjótast gjørligt til starv@pm.fo. Um spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Carsten við Sandá, goymsluleiðara, tlf. 764669.
P/f Poul Michelsen
VINNUFYRITØKUR OG REYÐI KROSSUR SENDA 2 MILLIÓNIR TIL HJÁLPARÁTØK Í UKRAINA
Tað hevur stóran týdning at hjálp teymum neyðstaddu skjóta hjálp – tí hava vit saman við nøkrum fyritøkum savna pening at læta Reyðakrossi.
Vónandi eru tað onnur – einstaklingar og feløg – sum eisini vilja hjálpa.
Støðan í Ukraina er ómetaliga syrgilig, og samanbrestirnir í farnu dagarnar hava longu elvt til ovurstórar humaniterar avleiðingar, eisini í grannalondunum.
Tørvurin á hjálp er sera stórur, og Reyði Krossur hevur tí skipað fyri hjálparátøkum bæði í Ukraina og í nærmastu grannalondunum.
Nýggjastu tølini vísa, at fleiri enn 500.000 fólk eru longu rýmd úr landinum, og ST væntar, at talið fer at koma upp um 4 mió. Sum vit tíverri ofta síggja í humaniterum kreppum, eru tað serliga kvinnur og børn, ið vera rakt av kreppuni, og sum eru flýggjað.
Hjálparátøkini hjá Reyða Krossi fevna um eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, eins og kropsligum og sálarligum stuðli. Í løtuni er hin mest átrokandi uppgávan at veita mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og fyrstuhjálp til tey særdu.
Fleiri føroyskar fyritøkur hava í dag latið tilsamans 1,5 milliónir krónur til hjálparátøk, sum verða skipað í Ukraina og í grannalondunum. Reyði Krossur Føroya ynskir hervið at takka hesum vinnufyritøkum:
P/F Poul Hansen , Á-handlanir / Samkeyp , Bank Nordik, SMS ,Varðin,JFK , XL bygg , Bakkafrost, Betri Trygging ,Betri Banki, Hiddenfjord, Norrøna , Formula , Gundurs Bussar, Waag bilar , P/F Poul Michelsen.
Onkur fyritøka ynskir at vera ónevnd.
Reyði Krossur Føroya hevur harumframt latið eina hálva millión krónur afturat, sum eitt nú koma frá klædnaendurnýtslu, fyrstihjálparskeiðum og øðrum sjálvbodnum virksemi hjá Reyða Krossi Føroya. Sostatt verða tilsamans 2 milliónir krónur sendar til hjálparátøk í Ukraina og í grannalondunum.
Reyði krossur takkar øllum stuðlum, bæði nær og fjar.
Bæði fólk og fyritøkur eru framvegis hjartaliga vælkomin at stuðla nevndu hjálparátøkum hjá Reyða Krossi.
Fyritøkur eru vælkomnar at skriva til redcross@redcross.fo, og einstaklingar eru vælkomnir at lata eina peningaupphædd konto í peningastovni, og viðmerkja “Ukraina”.
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Kr. 450 røkka eitt nú til at eitt barn fær lívbjargandi læknahjálp og at 9 børn fáa mat í ein mánað.
Saman røkka vit longri
Næstseinasta vikuskiftið var ársins stóra hondbóltsvikuskiftið, tá Faxe Kondi finalurnar vóru leiktar. Í hesum sambandi var samstarvið millum Hondbóltssambandið og P/F Poul Michelsen um steypakappingina eisini longt. Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum.
Til stuðlatiltakið undan mansfinaluni leygardagin, nýttu Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen, høvi, at skriva undir nýggja sáttmálan.
– Vit merkja væl millum hondbóltsleikarar, familjur, áskoðarar og hondbóltsglaðar føroyingar, at steypafinaluvikuskiftið er vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskapppingarárinum. Samstarvið um kappingina hevur verið framúr gott, og er tiltakið ment øll árini. Eitt er Faxe Kondi kappingin sjálv, eitt annað er landsliðini og føroyski hondbólturin sum heild, sum hevur tikið risafet seinastu árini. Hetta er nakað vit fegin vilja stuðla, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Micherlsen.
– Faxe Kondi finalurnar eru eitt hondbóltsvikuskiftið børn, ung og vaksin gleða seg til. Vit eru ógvuliga glað fyri góða samstarvið tið P/F Poul Michelsen og Faxe Kondi, sum hevur ment kappingina og tiltakið til tað, tað er í dag, – eitt tiltak leikarar, feløg, dómarar, áskoðarar, fjølmiðlar vilja standa saman um, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015 og er nýggi sáttmálin fyr Faxe Kondi kappingina galdandi til og við 2023/24.
Kelda: hsf.fo