Faxe Kondi kappingin 2022

Steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini vóru um vikuskiftið og 17 finalur vóru leiktar.
Finalutiltakið við Eydnudeildini eydnaðist sera væl, og var tað ein stuttlig og gevandi løta.

Eftir ætlan verður finalan hjá kvinnum leikt 19. Mars 2022, og verður finalan millum H71 og Kyndil.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitunum.

 

Steypavinnarar 2022:

Menn: Neistin – H71 12-28
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen hjá H71

G18: Neistin – H71 29-21
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy hjá Neistanum

D18: H71 – VÍF 35-31
Dagsins leikari: Rókur Ziskasen hjá H71

G16: Kyndil – H71 34-24
Dagsins leikari: Jóhanna Wang Jacobsen hjá Kyndil

D16: H71 – StÍF 32-21
Dagsins leikari: Haraldur Karlsson hjá H71

G14A: H71 – VÍF 17-16
Dagsins leikari: Rakul Joensen hjá VÍF

G14B: VÍF b – EB 21-18
Dagsins leikari: Kristina Kristleifsdóttir hjá EB

D14A: Neistin – H71 23-22
Dagsins leikari: Magnus Kragesteen hjá Neistanum

D14B: ÍA – EB 33-28
Dagsins leikari: Torkil S. Dahl hjá EB

G12A: StÍF – Neistin 17-16
Dagsins leikari: Miriam Danielsen hjá StÍF

G12B: H71 b – StÍF b 23-10
Dagsins leikari: Sofía Bárðadóttir hjá H71

D12A: H71 – Neistin 21-16
Dagsins leikari: Árni Lassen hjá Neistanum

D12B: Tjaldur b – Kyndil 13-12
Dagsins leikari: Rósing Toyt hjá Tjaldrinum

G10A: H71 – Neistin 11-10
Dagsins leikari: Birita Áradóttir á Borg hjá H71

G10B: H71 b – EB 13-8
Dagsins leikari: Jóna Joensen hjá H71

D10A: Neistin – StÍF 16-8
Dagsins leikari: Hákun Samuelsen hjá Neistanum

D10B: ÍA – H71 b 15-12
Dagsins leikari: Kristian Ólavur Pállsson hjá H71

 

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

Djóni útlærdur

Tann 30/12-2021 fekk Djóni Gaard Joensen handa prógv. Djóni er næmingur nummar 30, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Djóni hevur verði næmingur í sølu deildini, har hann hevur vitja og samskift við okkara kundar. Hann hevur í høvuðsheitum, havt ábyrgd, at fylla handlarnir við drykkivørum.

Á lítlari samkomu í dag handaði Gunnar, Djóna lærubrævi.

Gleðilig jól og gott nýggjar

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár

Mercedes-Benz filmur um PM og Føroyar

Í oktober var Mercedes-Benz í Føroyum, og vitjaði okkum á Hoyvíksvegi 74

Orsøkin til vitjanina er, at PM Heilsølan einans brúkar Mercedes-Benz lastbilar, at koyra okkara vørur út kring alt landi.

Í hesum sambandi hevur Mercedes-Benz framleitt eitt filmsbrot, sum lýsir heilsøluna, Mercedes-Benz og ikki minst Føroyar sera væl.

Greinin kann lesast her: https://www.mercedes-benz-trucks.com/en_GB/transport-magazine/michelsen-faeroer.html

Ulla Askildsen starvast 40 ár hjá P/F Poul Michelsen

Á eini samkomu fyri starvsfólk og familju, takkaði Poul Michelsen og Gunnar Mohr, Ullu fyri alla tað longu tíð, hon hevur arbeitt í PM.

Tá Ulla byrjaði í stavi hjá PM, var heilsølan ein fyritøka við einans sjey árum á baki. Hon hevur sostatt verði við í allari menningini av fyritøkuni, sum nú telur á leið 60 fólk og húsast við Hoyvíksvegin í einum bygningi uppá umleið 6000 m2.

Tað var í 1981, at Ulla byrjaði í starvið á ostapakkarínum. Í 1989 valdi hon, at byrja í læru á skrivstovuni, har hon so í 1991 var útlærd. Tað er frá skrivstovuni flest øll kenna Ullu, tá hon tekur telefonina við síni eyðkendur fittu og blíðu rødd. Ikki minst tá ið hon gjørdist kend um Føroya land, úr víðagitna ljóðbrotinum “Grillbúðin hjá Símun” frá 2011. https://www.youtube.com/watch?v=Mzb-Vxe2a3c

Baði vit hjá PM, og ikki minst viðskiftafólk, eru glað fyri, at Ulla enn arbeiðir hjá okkum.

Joan J. Simonsen útlærd

Tann 30/09-2021 bleiv Joan J. Simonsen útlærd. Joan er næmingur nummar 29, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.

Joan hevur verði næmingur í ordra deildini, har hon hevur samskift við okkara kundar, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur sum hon altíð, við einum smíli, hevur avgreitt.

Á lítlari samkomu í morgun handaði Gunnar, Joan lærubrævi.

Vaksandi avlop hjá P/F Poul Michelsen

Árið 2020/21 hilnaðist væl hjá matvøruheilsøluni P/F Poul Michelsen

Matvørufyritøkan, sum í 1974 byrjaði sítt virksemið í smáum heima í kjallaranum hjá Poul og Sólrún Michelsen í Gundadali, hevur síðani ment seg til eina stóra og vælrikna fyritøku, sum í dag heldur til við Hoyvíksvegin í Havn og har 60 fólk starvast.

Felagið virkar innan matvørumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.

Roknskapurin, sum endaði 30. apríl 2021 vísir, at nettosølan øktist úr 219 mió.kr. í 2019/20 til 232 mió.kr. í 2020/21. Vøksturin í søluni var 6 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 10 mió.kr., sum er nakað betri enn í fjør, tá ið ársúrslitið var 7,7 mió.kr

Vøksturin í ársúrslitinum var tískil 30 prosent.

P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2021 á 79,6 mió.kr. og einum trygdarevnið á 52 prosent.  Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 154,1 mió.kr., harav fastar ognir 83,7 mió.kr. og ognir í umferð íalt vóru 70,4 mió.kr. Harav var tøkur peningur 9,5 mió.kr.

Felagið hevði pr. 30. apríl 2021 langfreistaða skuld á 23,2 mió.kr. og stuttfreista skuld á 50,1 mió.kr.

Gjaldførið var gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 140 prosent.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útlutað 3,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært ársroknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5 prosent eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr.

Stjóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.

Myndir: Vøruframsýning 2021

Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM var hildin  hósdagin 16. september og fríggjadagin 17. september Hoyvíksvegnum. Vit fegnast um sera góðu undirtøkuna, har nærum 500 fólk komu á gátt.

Vøruframsýningin skuldi upprunaliga veri hildin 23. apríl og 24. apríl í 2020. Men var sum so nógv onnur tiltøk hesa tíðina, útsett vegna serligu støðuni við Covid-19. Tí var hendan vøruframsýningin heilt serligt fyri okkum hjá PM, og vit frøast um tað endiliga gjørdist gjørligt, at bjóða gestum á gátt aftur.

22 fyritøkur høvdu luttóku á framsýningini í ár, og stuttligt var at síggja flottu básarnar verða so væl vitjaðar.

Vit takka øllum vitjandi fyri at gera hesar dagarnar so væleydnaðar.

 

×