Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM verður í ár hildin hósdagin 23. apríl og fríggjadagin 24. apríl, frá kl. 14.00 til 19.00 á Hoyvíksvegi 74.
Evni hesiferð er vistfrøði og burðardygd
Verið øll hjartaliga vælkomin til PM vøruframsýningina 2020
Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM verður í ár hildin hósdagin 23. apríl og fríggjadagin 24. apríl, frá kl. 14.00 til 19.00 á Hoyvíksvegi 74.
Evni hesiferð er vistfrøði og burðardygd
Verið øll hjartaliga vælkomin til PM vøruframsýningina 2020
Meðan summi frøddust við steypinum hægst, trillaðu tárini av vónbroti hjá øðrum. Bara 12 lið kundu fáa gullheiðursmerki um hálsin, men eftir stóðu kortini spælarar og áskoðarar við eini uppliving, har karmar og stemningur vóru betur enn nakrantíð.
Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, umframt D10, D12, D14, D16 og G14. VÍF vann G10 og G12. Neistin vann D18 og G16 og Kyndil vann G18.
Steypavinnarar 2020:
Kvinnur: H71 – VÍF 24-23
Dagsins leikari: Marita Mortensen (H71)
Menn: H71 – Kyndil 23-19
Dagsins leikari: Elias Ellefsen á Skipagøtu (H71)
G18: Kyndil – H71 29-28
Dagsins leikari: Natasja Hammer (Kyndil)
D18: Neistin – H71 34-32
Dagsins leikari: Dánjal Ragnarsson (Neistin)
G10: VÍF – StÍF 9-7
Dagsins leikari: Súnfríða F. Zachariasen (VÍF)
D10: H71 a – H71 b 15-13
Dagsins leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (H71 a)
G12: VÍF – H71 9-8
Dagsins leikari: Natasja Patti Dahl (VÍF)
D12: H71 – Neistin 13-7
Dagsins leikari: Jákup Egholm (H71)
G14: H71 – StÍF 25-15
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)
D14: H71 – Neistin 19-9
Dagsins leikari: Rúni Garðshorn (H71)
G16: Neistin – Kyndil 28-17
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)
D16: H71 – VÍF 30-22
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)
Kelda: hsf.fo
Tað vóru Poula Michelsen, nevndarforkvinna, Poul Michelsen, forstjóri, og Gunnar Mohr, stjóri, ið tóku móti heiðrinum í Norðurlandahúsinum.
Stóra steypavikuskiftið, við Faxe Kondi sum høvuðsstuðli, í nýggju Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar.
Vinnarar av Faxe Kondi kappingini 2019
G10: VÍF (VÍF – H71, 9-6)
Dagsins leikari: Bára Holm í Innistovu, VÍF
D10: Neistin (Neistin – H71, 12-10)
Dagsins leikari: Jógvan í Skála, Neistin
G12: Kyndil (VÍF – Kyndil, 5-10)
Dagsins leikari: Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
D12: H71 (Kyndil – H71, 16-17)
Dagsins leikari: Haraldur Karlsson, H71
G14: Neistin (Neistin – H71, 25-12)
Dagsins leikari: Lea Mohr, Neistin
D14: H71 (VÍF – H71, 19-28)
Dagsins leikari: Torstein Sivertsen, H71
G16: H71 (Neistin – H71, 28-29, longd leiktíð)
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
D16: H71 (StÍF – H71, 31-36, longd leiktíð)
Dagsins leikari: Bjarni í Selvindi, StÍF
G18: Neistin (Kyndil – Neistin, 18-24)
Dagsins leikari: Rúna Larsen, Neistin
D18: Neistin (Neistin – StÍF, 34-26)
Dagsins leikari: Julian Jónsson Kragesteen, Neistin
Kvinnur: Kyndil (VÍF – Kyndil, 24-31)
Dagsins leikari: Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Menn: Neistin (Neistin – Kyndil, 23-22)
Dagsins leikari: Tórður Guttesen, Kyndil
Fyrsta september byrjaðu Saviour Mifsud og Djóni Gaard Joensen í nýggjum starvi hjá heilsøluni.
Saviour verður knýttur at innkeyps deildini, umframt hann eisini vil taka sær skips provianteringum. Djóni er okkara nýggi lærlingur, og kemur framyvir, at starvast í detail- og sodavatns deildini.
Hetta eru tó ikki nýggj andlit í PM høpi. Saviour og Djóni hava starvast á goymsluni, umframt at Saviour eisini hevur havt starv sum bilførari.
Fríggjadagin 28/09-2018 høvdu vit vitjan av ein skúlaflokki úr Glasum
Tey fingu rundvísing á goymslu okkara, umframt tey fingu víst eina framløgu um fyritøkuna.
Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.
– Steypakappingin í hondbólti er vorðin tað heilt stóra í føroyskum ítrótti, sum savnar fleiri túsund hondbóltsglaðar føroyingar. Menningin í føroyskum hondbólti hevur verið stór, og vit vilja fegin gera okkara til, at karmarnir eru so góðir sum gjørligt, fyri bæði stór sum smá, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen, ið er umboð hjá Faxe Kondi í Føroyum.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um longdu stuðulsavtaluna.
– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um, at góða samstarvið við Faxe Kondi heldur fram, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Nýggja stuðulsavtalan er galdandi kappingarárini 2018/19 og 2019/20. Faxe Kondi hevur verið steypastuðul hjá hondbóltinum síðan 2015.