Mercedes-Benz RoadStars, hevur gjørt eina grein, um okkara man í Norðoyggjum Hanus Egholm
Greinin kann lesast HER
Mercedes-Benz RoadStars, hevur gjørt eina grein, um okkara man í Norðoyggjum Hanus Egholm
Greinin kann lesast HER
Tann 30/12-2021 fekk Djóni Gaard Joensen handa prógv. Djóni er næmingur nummar 30, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.
Djóni hevur verði næmingur í sølu deildini, har hann hevur vitja og samskift við okkara kundar. Hann hevur í høvuðsheitum, havt ábyrgd, at fylla handlarnir við drykkivørum.
Á lítlari samkomu í dag handaði Gunnar, Djóna lærubrævi.
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár
Í oktober var Mercedes-Benz í Føroyum, og vitjaði okkum á Hoyvíksvegi 74
Orsøkin til vitjanina er, at PM Heilsølan einans brúkar Mercedes-Benz lastbilar, at koyra okkara vørur út kring alt landi.
Í hesum sambandi hevur Mercedes-Benz framleitt eitt filmsbrot, sum lýsir heilsøluna, Mercedes-Benz og ikki minst Føroyar sera væl.
Greinin kann lesast her: https://www.mercedes-benz-trucks.com/en_GB/transport-magazine/michelsen-faeroer.html
Á eini samkomu fyri starvsfólk og familju, takkaði Poul Michelsen og Gunnar Mohr, Ullu fyri alla tað longu tíð, hon hevur arbeitt í PM.
Tá Ulla byrjaði í stavi hjá PM, var heilsølan ein fyritøka við einans sjey árum á baki. Hon hevur sostatt verði við í allari menningini av fyritøkuni, sum nú telur á leið 60 fólk og húsast við Hoyvíksvegin í einum bygningi uppá umleið 6000 m2.
Tað var í 1981, at Ulla byrjaði í starvið á ostapakkarínum. Í 1989 valdi hon, at byrja í læru á skrivstovuni, har hon so í 1991 var útlærd. Tað er frá skrivstovuni flest øll kenna Ullu, tá hon tekur telefonina við síni eyðkendur fittu og blíðu rødd. Ikki minst tá ið hon gjørdist kend um Føroya land, úr víðagitna ljóðbrotinum “Grillbúðin hjá Símun” frá 2011. https://www.youtube.com/watch?v=Mzb-Vxe2a3c
Baði vit hjá PM, og ikki minst viðskiftafólk, eru glað fyri, at Ulla enn arbeiðir hjá okkum.


Tann 30/09-2021 bleiv Joan J. Simonsen útlærd. Joan er næmingur nummar 29, ið hevur nomi sær útbúgving hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu.
Joan hevur verði næmingur í ordra deildini, har hon hevur samskift við okkara kundar, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur sum hon altíð, við einum smíli, hevur avgreitt.
Á lítlari samkomu í morgun handaði Gunnar, Joan lærubrævi.

Árið 2020/21 hilnaðist væl hjá matvøruheilsøluni P/F Poul Michelsen
Matvørufyritøkan, sum í 1974 byrjaði sítt virksemið í smáum heima í kjallaranum hjá Poul og Sólrún Michelsen í Gundadali, hevur síðani ment seg til eina stóra og vælrikna fyritøku, sum í dag heldur til við Hoyvíksvegin í Havn og har 60 fólk starvast.
Felagið virkar innan matvørumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.
Roknskapurin, sum endaði 30. apríl 2021 vísir, at nettosølan øktist úr 219 mió.kr. í 2019/20 til 232 mió.kr. í 2020/21. Vøksturin í søluni var 6 prosent.
Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 10 mió.kr., sum er nakað betri enn í fjør, tá ið ársúrslitið var 7,7 mió.kr
Vøksturin í ársúrslitinum var tískil 30 prosent.
P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2021 á 79,6 mió.kr. og einum trygdarevnið á 52 prosent. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 154,1 mió.kr., harav fastar ognir 83,7 mió.kr. og ognir í umferð íalt vóru 70,4 mió.kr. Harav var tøkur peningur 9,5 mió.kr.
Felagið hevði pr. 30. apríl 2021 langfreistaða skuld á 23,2 mió.kr. og stuttfreista skuld á 50,1 mió.kr.
Gjaldførið var gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 140 prosent.
Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útlutað 3,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.
Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært ársroknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5 prosent eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr.
Stjóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.
Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM var hildin hósdagin 16. september og fríggjadagin 17. september Hoyvíksvegnum. Vit fegnast um sera góðu undirtøkuna, har nærum 500 fólk komu á gátt.
Vøruframsýningin skuldi upprunaliga veri hildin 23. apríl og 24. apríl í 2020. Men var sum so nógv onnur tiltøk hesa tíðina, útsett vegna serligu støðuni við Covid-19. Tí var hendan vøruframsýningin heilt serligt fyri okkum hjá PM, og vit frøast um tað endiliga gjørdist gjørligt, at bjóða gestum á gátt aftur.
22 fyritøkur høvdu luttóku á framsýningini í ár, og stuttligt var at síggja flottu básarnar verða so væl vitjaðar.
Vit takka øllum vitjandi fyri at gera hesar dagarnar so væleydnaðar.
