Faxe Kondi heldur fram sum steypastuðul

Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.

– Steypakappingin í hondbólti er vorðin tað heilt stóra í føroyskum ítrótti, sum savnar fleiri túsund hondbóltsglaðar føroyingar. Menningin í føroyskum hondbólti hevur verið stór, og vit vilja fegin gera okkara til, at karmarnir eru so góðir sum gjørligt, fyri bæði stór sum smá, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen, ið er umboð hjá Faxe Kondi í Føroyum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um longdu stuðulsavtaluna.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um, at góða samstarvið við Faxe Kondi heldur fram, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi kappingarárini 2018/19 og 2019/20. Faxe Kondi hevur verið steypastuðul hjá hondbóltinum síðan 2015.

PM vøruframsýningin 2018

Afturvendandi vøruframsýningin hjá PM verður í ár hildin hósdagin 19. apríl og fríggjadagin 20. apríl frá kl. 14.00 til 19.00 á Hoyvíksvegi 74.

Á vøruframsýningini í ár luttaka fleiri føroyskar og útlendskar fyritøkur. Allar fyritøkurnar hava, við hesum átaki, til endamáls, at geva føroyska marknaðinum eitt betri, størri og meira spennandi vøruúrval.

Undanfarin ár hevur tað verið stuttligt at sæð flottu básarnar verða so væl vitjaðar. Tað er tí við stórari gleði, at vit aftur í ár bjóða okkara viðskiftafólki til eitt hugkveikjandi og spennandi tiltak.

Verið øll hjartaliga vælkomin til PM vøruframsýningin 2018

Faxe Kondi Kapping 2018

Stóra steypavikuskiftið, við Faxe Kondi sum høvuðsstuðli, í nýggju Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið í 520 minuttir samanlagt.

Meðan summi frøddust við steypinum hægst, trillaðu tárini av vónbroti hjá øðrum. Bara 12 lið kundu fáa gullheiðursmerki um hálsin, men eftir stóðu kortini spælarar og áskoðarar við eini uppliving, har karmar og stemningur vóru betur enn nakrantíð.

Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var H71, sum vann allar finalur hjá gentum og dreingjum frá U12 og upp til U18. Einasta finala, ið felagið tapti, var við monnunum. VÍF vann tvær finalur og Kyndil og Neistin hvør sína.

Steypavinnarar 2018:

Kvinnur: Kyndil – VÍF 19-23
Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)

Menn: Kyndil – H71 24-17
Dagsins leikarar: Rókur Akralíð (Kyndil), Mark Marcher (H71)

G18: Neistin – H71 19-25
Dagsins leikari: Annika Fríheim Petersen (H71)

D18: Neistin – H71 20-30
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen (H71)

G10: Kyndil – VÍF 12-13
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen (VÍF)

D10: Neistin – VÍF 12-9
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun (Neistin)

G12: H71 – STÍF 18-14
Dagsins leikari: Jóhanna Fossdalsá Sørensen (H71)

D12: H71 – VÍF 17-12
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)

G14: H71 – Neistin 19-8
Dagsins leikari: Elsa Egholm (H71)

D14: H71 – Kyndil/ÍA 26-14
Dagsins leikari: Brian Slyne (H71)

G16: H71 – Neistin 16-15
Dagsins leikari: Rúna Larsen (Neistin)

D16: H71 – Neistin 28-15
Dagsins leikari: Elias Ellefsen á Skipagøtu (H71)


P/F Poul Michelsen ynskir øllum liðum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum.

 

Tvær ferðir Kyndil mynda Faxe Kondi finalurnar

Kyndil hevur tryggjað sær finalupláss við bæði kvinnum og monnum.

Kyndlamenn vunnu seinnu hálvfinaluna í dag á VÍF. Úrslitið varð 29-26. Í fyrru hálvfinaluni vunnu teir 28-25, so samlaða úrslitið gjørdist 57-51.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2014, at Kyndil er í steypafinaluni hjá monnum.

Kyndil hittir H71 í finaluni, sum vann 21-18 á Neistanum.

Hjá kvinnum var at kalla greitt áðrenn seinnu hálvfinalurnar, at tað fór at verða VÍF og Kyndil, sum skuldu spæla finalu, tí bæði liðini vunnu greiðar sigrar í fyrru hálvfinaluni.

Faxe Kondi finalurnar hjá teimum vaksnu eru leygardagin 17. februar. Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan klokkan 16.00.

Í samband við Faxe Kondi steypakappingina, so myndar Faxe Kondi suðursíðuna hjá Dansifrøði í februar.

Veitsla.fo er nýggj tænasta frá PM Pluss

Nýggi nethandilin veitsla.fo læt upp 12. desember 2017 og heldur til í Tórshavn, men veitir tænastu kring alt landið.

Endamálið hjá veitsla.fo er at gera tað lættari hjá føroyingum at halda eina góða veitslu. Veitsla.fo leigar út alt til veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið, sum t.d. borð, stólar, borðbúnað og mangt annað. Nethandilin hevur hópin av vørum í størri nøgdum, so fólk kunnu skipa fyri størri tiltøkum og fáa alt teimum tørvar á einum stað.

Veitsla.fo ger tað lætt og greitt at bíleggja á netinum. Fólk kunnu eisini velja at fáa vøruna koyrda til dyrnar og heintaða eftir veitsluna. Veitsla.fo vaskar enntá upp fyri fólk – tey skulu einans skola vøruna, lata hana inn aftur – so orðnar veitsla.fo rest.

Síggj úrvalið á veitsla.fo og ella ring 204656.

Gleðilig Jól

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár.

Filmsbrot um norðurlendska køkin

Tordis Poulsen vitjar Leif Sørensen, ið er ein av stigtakarunum til tann nýggja
norðurlendska køkin.

Unilever Food Solutions hevur fyri tíðina norðurlendska køkin í fokus. Sjálvsagt er føroysk matmentan ein týðandi partur av hesum.

Seinastu árini eru Føroyar nógv marknaðarførdar sum ferðamál. Líkt er til, at hetta riggar, og at fleiri ferðafólk leita higar. Samstundis eru bólkurin av ferða fólki, sum leita sær hendan vegin, vegna okkara einastandandi matstovum, alsamt vaksandi

Alsamt fleiri arbeiða í tænastuvinnuni. Bara síðani 2010 hava gistingarhús og matstovur skapt meir enn 200 nýggj arbeiðspláss. Líkt er til, at tænastuvinnan bara veksur í framtíðini, og gerst ein alsamt størri partur av búskapinum

Nikolaj nýggjur frukt og grønt maður

4. september byrjaði Nikolaj Eriksen hjá P/F Poul Michelsen sum innkeypari innan frukt og grønmeti
Nikolaj hevur lært og arbeitt í størri matvøruhandli í Havn, og somuleiðis hevur Nikolaj eisini royndir sum sølufólk innan heilsølu yrki.

×