Faxe Kondi heldur fram sum steypastuðul

Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.

– Steypakappingin í hondbólti er vorðin tað heilt stóra í føroyskum ítrótti, sum savnar fleiri túsund hondbóltsglaðar føroyingar. Menningin í føroyskum hondbólti hevur verið stór, og vit vilja fegin gera okkara til, at karmarnir eru so góðir sum gjørligt, fyri bæði stór sum smá, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen, ið er umboð hjá Faxe Kondi í Føroyum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um longdu stuðulsavtaluna.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um, at góða samstarvið við Faxe Kondi heldur fram, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi kappingarárini 2018/19 og 2019/20. Faxe Kondi hevur verið steypastuðul hjá hondbóltinum síðan 2015.

Onnur tíðindi