Ingi Gunnarsson fer frá vegna aldur

Vit høvdu eina hugnaliga fráfaringarløtu í dag, nú Ingi fer frá vegna aldur.

Stjórin, Gunnar Mohr helt eina røðu og somuleiðis Poul Michelsen bar fram eina heilsan og tøkk til Inga.

Ingi hevur starvast sum sølumaður hjá PM heilsøluni í 23 ár og hevur við trúfesti og ágrýtni verið ein týdningarmikil partur av fyritøkuni.

Vit takka Inga fyri gott samstarv og trúgva tænastu, og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Onnur tíðindi