Faxe Kondi heldur fram sum stuðul hjá Hondbóltssamband Føroya

Í gjár varð nýggjur sáttmálið millum Hondbólssamband Føroya og P/F Poul Michelsen undirskrivaður.

Vit fegnast um, at góða samstarvið millum HSF og P/F Poul Michelsen heldur fram.
Føroyskur hondbóltur er í eini stórari og spennandi menning og vilja vit vera við á ferðini. Vit eru errin av, at stuðla føroyskum hondbólti og vilja vit gera okkara til, at karmarnir kring hondbóltin eru so góðir sum gjørligt.

Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015. Stóra steypafinaluvikuskiftið er vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskappingarárinum, bæði hjá hondbóltsleikarum, familjum, áskoðarum og hondbóltsglaðum føroyingum.

Nýggi sáttmálin er galdandi í 2025/26.

 

A-landsliðið á vitjan

Í dag hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti verið á vitjan hjá PM. Teir ótu góðan døgurða og stjórin Gunnar vísti teimum runt í húsinum.

Tað var ein hugnalig løta og vit eru errin av, at stuðla føroyskum hondbólti.

Vit ynskja manslandsliðnum góða eydnu við dystinum ímóti Norðurmakedonia.

Koyrið á, Føroyar!

 

 

Vinningar: Vinnarnir eru funnir

Á PM messuni fingu øll vitjandi ein lutaseðil. Møguleiki var at vinna vørur fyri virði 5.000 kr.
Vit hava funnið tveir vinnarar.

Vinnarnir gjørdist Jákup Tausen og Dan Djurhuus.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við vinningunum.

Skrivstovan er stongd 25. og 26. apríl

Skrivstovan er stongd á Flaggdegnum 25. apríl og Dýra biðidag 26. apríl

Leygardagin 27. apríl er opið kl. 11.00 til 15.00. Til ber at ringja á vakttelefonina +298 764699 fyri at bíleggja vøru.

PM messan 2024

Umleið 800 fólk komu á gátt, tá PM messan varð hildin hósdagin 18. apríl og fríggjadagin 19. apríl.

52 fyritøkur luttóku á messuni í ár og vit fegnast um sera góðu undirtøkuna.

Vit takka øllum, sum komu framvið – vit gleða okkum longu til næstu PM messu.

Vælkomin á PM messuna 2024

Afturvendandi PM messan verður í ár hildin hósdagin 18. apríl og fríggjadagin 19. apríl frá kl. 14.00 til 18.00, á Hoyvíksvegi 74.

Á messuni luttaka bæði føroyskir og útlendskir veitarar. Vit fegnast um, at í ár verða 50 veitarar, sum koma at sýna vørur fram.
Kom framvið og fá íblástur. Møguleiki verður fyri, at síggja nógvar ymiskar, nýggjar og spennandi vørur. Harumframt verða smakkiroyndir og fleiri góð tilboð.

Undanfarin ár hevur tað verið stuttligt, at sæð flottu básarnar verða so væl vitjaðar. Tað er tí við stórari gleði, at vit aftur í ár bjóða øllum vinnurekandi og almennum stovnum til eitt hugkveikjandi og spennandi tiltak.

Hjartaliga vælkomin

Upplatingartíðir um páskirnar

Soleiðis hava vit opið um páskirnar:

27. mars, mikudagur: Opið sum vanligt
28. mars, Skírishósdagur: Stongt
29. mars, Langi fríggjadagur: Stongt
30. mars, leygardagur: Opið frá 11:00 til 15:00 fyri avheintingum (vakttelefon nr. 764699)
31. mars, Páskadagur: Stongt
1. apríl, 2. Páskadagur: Stongt
2. apríl, týsdagur: Opið sum vanligt

Yvirlit yvir útkoyring og bíleggingarfreist sæst á nethandli okkara www.keyp.pm.fo

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir

Onkustaðni á vegnum

Tann 1. mars vóru fimti ár liðin, síðani fyritøkan PM varð sett á stovn. Í hesum sambandi er givin út bók um bæði fyritøkuna og ikki minst mannin handan fyritøkuna, íverksetaran og politikaran Poul Michelsen.

Hetta er ein søga um vørur, plattar og bingjur. Um virkisbygningar, trukkar og bilar. Um keyp og sølu og krónur og oyru. Men hetta er fyrst og fremst søgan um eina visjón, nøkur djørv mál, ein óvanliga sterkan vilja og eitt ómenniskjaligt treiskni.

Hetta er søgan um eina serliga mentan og um menniskjuni, sum bera hana. Um ein sterkan hugburð, sum hevur yvirlivað tíðarinnar tonn og mong skifti frá trongum og lítillátnum umstøðum til víðar og stórfingnar karmar.

Hetta er søgan um eitt fantastiskt lið av dugnaligum, nærløgdum og trúføstum starvsfólkum, og um nakrar professionellar og í mangar mátar ótraditionellar stjórar og leiðarar. Um eitt arbeiðsumhvørvi, sum í áratíggju fær arbeiðsfólkini til at kenna seg sum annað og meira enn júst arbeiðsfólk og starvsfelagar. Sum fær tey at kenna seg sum partur av eini serligari familju.

Hetta er sostatt ein familjusøga, soleiðis sum vit vanliga brúka orðið, men eins nógv í einum øðrvísi týdningi. Hetta er sólskinssøgan um P/f Poul Michelsen.

Skulu vit skilja hesa søguna og hvat tað er, sum ger hesa fyritøkuna so serliga, mugu vit tó fyrst til fulnar skilja Poul Michelsen sjálvan. Henda søgan er tí ikki einans eina hálva øld, men heldur 80 ára gomul.

Hon byrjar ein summardag í 1944 undir nokk so lítillátnum korum í einum blikkensláaraheimi í miðbýnum í Havn.

Heitið á bókini sipar til, at Poul Michelsen, mestur uttan at hugsa stórvegis um tað, javnan brúkar orðingina “Onkustaðni á vegnum….”, tá hann skal greiða frá onkrum, serliga onkrari áskoðan ella einumhvørjum sjónarmiði.

Høvundarnir av bókini eru Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen.

 

P/F Poul Michelsen 50 ár

Ein hjartans tøkk fyri heilsur, blómur, gávur, peningagávur til Reyða Kross og til tykkum øll, sum komu á gátt í sambandi við móttøkuna á 50 ára stovningardegnum hjá P/F Poul Michelsen,  sum var tann 1. mars 2024.

Heilsan

P/F Poul Michelsen

Almenn móttøka – P/F Poul Michelsen 50 ár

Fríggjadagin 1. mars 2024 kl. 15.00 til 17.00 verður almenn móttøka í sambandi við 50 ára stovningardagin.

Hesi siga nøkur orð: Poula Michelsen, nevndarforkvinna. Poul Michelsen, stovnari. Heðin Mortensen, borgarstjóri. Anfinn Norðfoss, fyrsta starvsfólkið. Gunnar Mohr, stjóri.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møguligar heilsanir kunnu sendast til Reyða Kross, konta 6460 – 4946954

×