Veitarar og kundar á vitjan

Mikudagin 10. mai høvdu vit vitjan av 5 veitarum úr Danmark, sum vístu vørur fram fyri kundum okkara.
Veitarnir vóru Ardo við frystari frukt & grønmeti, Schulstad við bakeoff vørum, Danish Crown við svínakjøti, Dina Food við køkum og MultiLine við sápu, papíri o.ø.

Fyrst var bjóðað vælkomin og síðani var fari runt til ymsu básarnar, har hugt var eftir ymsu vørubólkunum. Eisini var rundvísing úti á goymsluni fyri kundunum. Greitt var frá nýggju frystigoymsluni, ið verður bygt.
At enda fingu øll vitjandi ein betri bita.

Vit takka okkara veitarum fyri íblástur, og kundum okkara fyri sera góða undirtøku.

 

15, 20 og 30 ára starvsdagar

Á eini samkomu í dag hátíðarhildu vit, at 12 starvsfólk hava starvast hjá PM í ávikavist í 15, 20 og 30 ár.

”Hjartans tøkk fyri tykkara íkast og trúgva tænastu øll hesi árini. Hjartaliga til lukku við starvsdegnum, góðu tit.”

Johan Petur Michelsen

Mikkjal Trondesen Hentze

Petur Amon Dalbø

Heri Niclasen

Marjun Brockie

Finnur Hansson

Ingi Gunnarsson

Sjúrður Ludvig

Hanus Egholm

Jakob Jónsson

Súsanna Simonsen

Carl Jason Shields

 

 

 

 

 

 

 

15 ára starvsdagar

Í dag hava vit hátíðarhildið at Saviour, Heini og Jørgen hava starvast hjá PM í 15 ár hvør.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við starvsdegnum.
Takk fyri sera gott samstarv øll árini, við vón um nógv góð ár framyvir.

Upplatingartíðir um páskirnar

Soleiðis hava vit opið um páskirnar:

5. apríl, mikudagur: Opið sum vanligt
6. apríl, Skírishósdagur: Stongt
7. apríl, Langi fríggjadagur: Stongt
8. apríl, leygardagur: Opið frá 11:00 til 15:00 fyri avheintingum (vakttelefon nr. 764699)
9. apríl, Páskadagur: Stongt
10. apríl, 2. Páskadagur: Stongt
11. apríl, týsdagur: Opið sum vanligt

Yvirlit yvir útkoyring sæst á nethandli okkara www.keyp.pm.fo

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir

Burðardygt Vinnulív vunnið virðisløn í London

Hóskvøldið 30. mars 2023 vann Burðardygt Vinnulív virðisløn á Edie Awards 2023, har verkætlanin var tilnevnd í bólkinum ’’Partnership and Collaboration of the Year’’.

Talan er um størstu burðardyggu virðisløn í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú verkætlanir og átøk hjá fyritøkum. Í kappingini vóru átta onnur tilnevnd úr øllum heiminum.

P/F Poul Michelsen er ein av tólv fyritøkum í Burðardygt Vinnulív, sum á triðja ári arbeiðir fyri og hevur til endamáls, at menna burðardyggar mannagongdir hjá fyritøkum, við serligum atliti at trimum ítøkiligum avbjóðingum; veðurlagsbroytingar, heilsustøðan í havinum og tap av lívfrðiligum margfeldi.

Broyttar upp- og afturlatingartíðir

Frá 1. mars 2023 er opið soleiðis:

Mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 – 16:00

Leygardag er opið frá kl. 11:00 – 15:00 ( Vakttelefon: +298 764699 )

Faxe Kondi steypafinalurnar 2023

Um vikuskiftið vóru Faxe Kondi steypafinalurnar spældar. Finalan hjá D18 bleiv sera spennandi, og var eisini seinasta finalan ið bleiv spæld, hendan finalan bleiv avgjørd eftir 4×5 við eykatíð, og vann H71. Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitunum

 

Steypavinnarar 2023:

Fríggjadagur 24. februar:

G16: Kyndil – VÍF 24-20

Dagsins leikari var Gylta á Neystabø hjá Kyndli.

 

D16: Neistin – H71 22-24

Dagsins leikari var Jákup Egholm hjá H71.

 

Leygardagin 25. februar:

D10B: EB a – Kyndil c 15-14

Dagsins leikari var Adam Vestudal Kruse hjá EB.

 

G12B: Søljan – H71 c 15-14

Dagsins leikari var Andrea Heinadóttir

 

D12B: Neistin b – KÍF 20-15

Dagsins leikari var Ísakur Petursson Olsen hjá KÍF.

 

G10A: StÍF a – H71 a 18-14

Dagsins leikari var Hervør Clementsen hjá H71.

 

D10A: VÍF a – Team Klaksvík 14-13

Dagsin leikari var Fríði Høgnesen hjá VÍF.

 

G10B: VB a – VÍF c 8-9

Dagsins leikari var Rún Høgnadóttir hjá VÍF.

 

G12A: H71 a – Neistin a 14-18

Dagsins leikari var Sigrid Hansdóttir hjá Neistanum.

 

D12A: Kyndil a – H71 a 23-18

Dagsins leikari var Jónas Fossabrúgv hjá H71.

 

Kvinnur: H71 – Kyndil 31-27

Dagsinsleikari Vár Zachariasen

 

Menn: H71 – KÍF 25-23

Dagsins leikari var Pauli Jacobsen hjá H71.

 

Sunnudagin 26. Februar

Eydnudeildin – Lundapisurnar í Suðurstreymoy, Músabróður úr Norðoyggjunm og Svanar úr Suðuroy luttóku.

 

G14B: H71 b – VB 24-25

Dagsins leikari var  Leona Djurhuus hjá VB.

 

D14B: VÍF – KÍF 26-20

Dagsins leikari var Tummas Joensen hjá VÍF.

 

G14A: Neistin – VÍF 22-25

Dagsins leikari var Amilia Agnarsdóttir hjá VÍF.

 

D14A: Neistin a – Kyndil a 28-21

Dagsins leikari var Rani Johannesen hjá Neistanum.

 

G18: H71 – Neistin 22-30

Dagsins leikari var Maria Pálsdóttir Nólsoy hjá Neistanum.

 

D18: VÍF – H71 39-40

Dagsins leikari var Jákup Egholm hjá H71.

 

kelda: www.hsf.fo

Gleðilig jól og gott nýggjár

Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir P/F Poul Michelsen øllum sínum kundum, veitarum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár

Vit byggja út

Vit byggja út til nýggja frystigoymslu. Arbeiði byrjaði í oktobur, og væntast at verða liðugt til jóla komandi ár.

Tað er Articon, sum stendur fyri byggingini.

Starvslýsing: Starvsfólk til P/f Kjøtbúðina

Starvsfólk til P/f Kjøtbúðina.

P/f Kjøtbúðin sóknast eftir røskum, jaligum, arbeiðssomum og sjálvsstøðugum fólki til framleiðsluna hjá okkum á Akranesgøtu 7 at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt  tímalønt starv har viðkomandi verður partur av einum toymi. Arbeiði kann verða eitt sindur krevjandi kropsligt.

Løn sambart avtalu millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Áhugað kunnu senda umsókn skjótast gjørligt til starv@pm.fo. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Sandru Schiller Magnadóttir, framleiðslufólk, tlf. 764641.

 

P/f Kjøtbúðin

×