Burðardygt Vinnulív vunnið virðisløn í London

Hóskvøldið 30. mars 2023 vann Burðardygt Vinnulív virðisløn á Edie Awards 2023, har verkætlanin var tilnevnd í bólkinum ’’Partnership and Collaboration of the Year’’.

Talan er um størstu burðardyggu virðisløn í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú verkætlanir og átøk hjá fyritøkum. Í kappingini vóru átta onnur tilnevnd úr øllum heiminum.

P/F Poul Michelsen er ein av tólv fyritøkum í Burðardygt Vinnulív, sum á triðja ári arbeiðir fyri og hevur til endamáls, at menna burðardyggar mannagongdir hjá fyritøkum, við serligum atliti at trimum ítøkiligum avbjóðingum; veðurlagsbroytingar, heilsustøðan í havinum og tap av lívfrðiligum margfeldi.

Onnur tíðindi