Veitarar og kundar á vitjan

Mikudagin 10. mai høvdu vit vitjan av 5 veitarum úr Danmark, sum vístu vørur fram fyri kundum okkara.
Veitarnir vóru Ardo við frystari frukt & grønmeti, Schulstad við bakeoff vørum, Danish Crown við svínakjøti, Dina Food við køkum og MultiLine við sápu, papíri o.ø.

Fyrst var bjóðað vælkomin og síðani var fari runt til ymsu básarnar, har hugt var eftir ymsu vørubólkunum. Eisini var rundvísing úti á goymsluni fyri kundunum. Greitt var frá nýggju frystigoymsluni, ið verður bygt.
At enda fingu øll vitjandi ein betri bita.

Vit takka okkara veitarum fyri íblástur, og kundum okkara fyri sera góða undirtøku.

 

Onnur tíðindi